Sóljan aftur í túninum
Tað kendist gott at síggja Sóljuna, sum sjúklingabussurin verður kallaður, koma koyrandi inn í túnið hjá Kristnastovu við fólki hendan sunnumorgunin. Vit hava havt gleði av Sóljuni í mong ár, men tíverri hevur eingin reglulig koyring verið nú í fleiri mánaðar. Tað er so broytt nú, og gongd er komin aftur í hesa tænastu. Sóljan koyrir, og tað gleðast vit um – ikki minst vegna...