Ein serstakur dagur
Leygardagurin 20. juni var ein heilt sertakur dagur hjá okkum, tí tá vit kundu halda okkara gullbrúdleyp. Liðin vóru 50 ár, síðan sólríka dagin í Hounslow, uttan fyri London, tá vit vórðu vígd hjún at vera í “Maswell Park Evangelical Church”, sum var andaliga heimið hjá Susan gjøgnum barna- og ungdómsár. Vit fingu eitt rættiligt “surprise” um 9 tíðina á morgni, tá nakrir morguntónar hoyrdust...