Category: YMIST

50 ára hald – útvaldar myndir

Í samband við Kristnastovutiltakið í Lívdini leygardagin 7 oktober, har 50 árini hjá Kristnastovu vórðu hátíðarhildin, stóðu nakrar myndatalvur (planchur) við útvaldum myndum, tiknar frá 1973 til 2023 – framleiddar á Tonito á Eiði. Eitt nú er fyrsta talvan merkt av svørthvítum myndum, ið var vanligt í sjeytiárunum. Og sum tað annars sæst her, vakti hetta áhuga hjá fyrrverandi útisetum, ið hava búleikast í Danmark...

Lega á NE einaferð enn

Í dag 19. oktober byrjar heystlegan hjá Kristnastovu, sum verður hildin á Norðursjællands Efterskole – ið liggur tætt við Helsinge – nakað sunnan fyri Gilleleje.  Hetta er 21. árið, at legan verður hildin á hesum skúla. Tó var eingin lega í 2020 vegna korona farssóttina.Í ár vitjar Regin Guttesen, ættaður úr Havn, ið virkar sum trúboðari í Italiu. Hann fer at hava bíbliutímarnar á leguni, sum vera...

Vitjanin á Guernsey

Oyggjaleikir eru á Guernsey í hesum døgum. Føroyingar eru við fyri at kappast við aðrar smærri tjóðir.   Áhugavert hevur verið at lesa og síggja myndir við føroyska útisetanum á oynni, Miriam Bisson av Strondum, sum er komin í samband við stóra føroyska ferðaliðið, ið vitjar í løtuni.Miriam hevur búð á Guernsey síðani hon var ung. Maður hennara æt Bryan – ein vinarligur og dámligur maður...

Hásummarkvøða

Tað er hásummar, og tað sprettir og grør allastaðni rundan um okkum. Fuglarnir láta, og blómulívið er í hæddini. Í Føroyum er bøur og hagi merktur av spælandi smálombum og gyltur av mongu sóljunum, sum standa í blóma hesa tíðina. Erla, systir, hevur skrivað eina yrking, har hon hevur fingið nógv við av tí, sum eyðkennir hásummarið í Føroyum. Hon skrivar á facebook-vanga sínum: Gjørdi...

Kórsangur á Ríkissjúkrahúsinum

Eitt av teimum støðunum, har Ebenezerkórið fer at syngja undir vitjanini í Danmark, er Ríkissjúkrahúsið í Keypmannhavn. Hetta fer fram í forhøllini, har fólk ofta sita og bíða eftir at vera avheintað ella bara rinda møðina. Har stendur eitt flygil frammi, og har eru viðhvørt onkrar sangframførslur, sum kunnu stytta um stundir hjá teimum, sum eru stødd har. Og so sært tú læknar og sjúkrasystrar...

Kórvitjan á hvítusunnu

Sum áður fráboðað, kemur Ebenezerkórið á vitjan her í Danmark á hvítusunnu. Hetta gleða vit okkum til. Kórið hevur eina langa søgu – byrjaði í 1937, og hevur síðani verið ein virkin partur av samkomuni, sum tað eitur eftir. Tað hevur eisini verið á uttanlandaferðum fleiri ferðir, men tó ongantíð í Danmark. Tó var ein sangløta við kórinum á Norðuratlantsbryggjuni í 2011, tá kórið annars...

Tí Hann livir

Páskadagur er ein fagnaðardagur hjá fólki Guds. Jesus reis upp av deyðum páskamorgun og livir í dag. Orðið sigur um upprisna harra og frelsara okkara, at Hann  kann „eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum  (Hebr. 7,25). Vit undrast og gleðast um henda signaða sannleika. Orðini til sangin „Tí Hann livir‟ vórðu skrivað í 2009 –...

Páskaboðskapurin í orðum og tónum

Nú ið páskahátíðin stundar til, kundi tað kanska verið eitt hugskot at lurta eftir nøkrum páskasangum, sum vóru við sendingini Ebenezerkórinum í 1992 – upptikin í Norðurlandahúsinum. Vit vóru heima í Føroyum í farloyvi nakrar mánaðar í 1991/92, tá ið hendan sendingin varð til og og upptøka varð gjørd fram móti páskum. Stigtakari til sendingina var vist Ragnar C. Joensen, sum tá arbeiddi í Sjónvarpinum. ...

Símun sjeyti fimm

Fríggjadagin 17. mars fyllir ein góður vinur 75 ár. Talan er Símun Fuglø, sum sleit barnaskógvar sínar í Klaksvík, men flutti eftir barnaár síni saman við foreldrum og systkjum til Runavíkar. Tíðliga kom hann niður til Danmarkar, og her møttust hann og Hanna, dóttir Grethe og Henrik Thomsen, bókbindara, sum fleiri okkara munnu minnast. Tey giftust og fingu fýra børn, og í Keypmannahavn hava tey...

Hent bíbliuhandbók

Nakað fyri jól kom onnur bók út eftir Warren Wiersbe við viðmerkingum til Gamla Testamenti. Fyrsta bókin við heitinum „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti“ kom út í 2019. Hendan nýggja bókin eitur „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – Fyrri partur“ og er – eins og áður útkomna bók – týdd av Páll á Lakjuni. Her eru stuttir, fyndarríkar og leiðbeinandi viðmerkingar til...