Category: YMIST

Várið í dupultum týdningi

Várið er komið eftir ein langan vetur.  Grækarismessa hevur verið, og tjøldrini eru komin til Føroya. Tað er farið at spretta og spíra, og várlýðkan er eisini komin í luftina her í Danmark.. Í byrjanini av 90unum var eitt slag av undantaksstøðu í Føroyum. Hetta komst av tí fíggjarkreppu, sum hevði tikið seg upp. Nógv fólk var komið til Danmarkar vegna vána tíðir og arbeiðsloysi...

Av náði Guds –

NÝGGJ ÚTGÁVA. Sangurin „Av náði Guds‟, sum varð skrivaður í 2012, kom út fyri einari viku síðani, innsungin av Mariu á Lakjuni Djurhuus. Hann kann hoyrast bæði á Spotify og Youtube. Jóhan Magnus Gunrim hevur samskipað útgávuna, eins og hann hevur gjørt í samband við aðrar útgávur. Hans Poulsen hevur produserað og Óli, beiggin, hevur mixað og mastrað. Og sigast má, at uppgávan er væl...

Ragnar frændi fyllir 80

Týsdagin 10. desember fyllir Ragnar C. Joensen 80 ár. Ragnar er havnarmaður, vaksin upp í vesturbýnum, og vit eru systkinabørn í faðirætt. Vit vóru næstu grannar uppi í Dalatúni, og tí vóru vit nógv saman á dreingjaárum, hóast trý ár vóru okkara millum. Hetta førdi til vinalag og samband, sum hevur vart til dagin í dag.Pápar okkara, Sigurd og Conrad, vóru góðir brøður. Teir arbeiddu...

Rómaborg og ríki Guds

Fyri fimm árum síðani – í juli 2019 – var eg við í einum føroyskum ferðalagi í Róm, har eg ikki hevði verið áður. Niðanfyri standandi reglur byrjaðu at kykna, tá eg saman við ferðalagnum hesar dagar vitjaði Vatikanið í Róm, Pæturskirkjuna og onnur forvitnislig støð í býnum. Vit sóu ikki pávan, men tað gjørdi minni. Tí, sum tað stendur í Orðinum,  hava vit „stóran...

Savnandi rødd tagnað

Fyri knøppum tveimum vikum síðani frættist, at Liss mostir var farin heim til Harran. Liss var 93 ár, nú hon fór. Hon var tann seinasta av teim átta systkjunum , sum vóru børnini hjá Ommu og Abba á Toftum, Sannu og Andriasi Hansen. Mamma mín, sum æt Anna Katrina, vanliga nevnd Tinna, var elst, og Liss var yngst. Liss andaðist sunnudagin ólavsøkudag 29. juli. Jarðarferðin...

Tom Roberts heimkallaður

Fyri nøkrum døgum síðani frættist, at Tom Roberts, evangelistur, úr Bahamaoyggjunum var farin heim til Harran. Hann var føddur í 1935, so hann hevur verið um tey 89 árini, nú hann fór. Hesin litríki og gávaði evangelisturin hevði stóran andaligan týdning fyri føroyingar í 70unum, tí mong komu til trúgv gjøgnum talu hansara. Tað tóktiust, sum hann fekk eina serstaka inngongd í samkomunum. í Føroyum....

Juvel II í Randers

Missiónsskipið Juvel II var á vitjan í Randers á páskum og nakrar dagar aftaná, mannað við yngri og eldri luttakarum. Ein áhugaverd og lívgandi vitjan fyri fólkið har á leiðini og okkum, sum komu framvið og steðgaðu tveir dagar. Har vóru mong, sum komu umborð og onnur, sum komu á møti í hølunum í Dytmærsken 9 – rættiliga tætt við skipið. Har varð evangeliserað úti...

Vinur okkara, Arne Thomsen

Eg ivist í, um møtisalurin í Skovlunde Frikirke nakrantíð hava verið so fyltur, sum hendan mikudagin 28. februar, tá vit søgdu farvæl við Arne Thomsen, ið andaðist vikuna áðrenn. Áhugaverd var talan hjá Flemming Windfelt um hendan evnaríka, savnandi og livandi mannin, ið hevði verið lærari í fólkaskúlanum og væl lýddur av næminum og starvsfeløgum. Arne var ungur í sinni og hevði eitt rúmt hjarta...

Betlehem, Jerusalem – og vit

Tey føroysku jólabløðini, sum komu út í 50unum og 60unum, tá undirritaði var á yngri árum, plagdu at seta sín dám á jólamánaðan. Har vóru søgur, hugleiðingar, yrkingar, ofta kryddaðar við hugnaligum tekningum av føroyskum listarfólkum. Hetta var sjálvandi ein onnur tíð við ongum sjónvarpi og fáum útvarpssendingum. Eitt av bløðunum var Jólastjørnan, ið Petur Háberg ritstjórnaði, sum vit annars kendu mest sum talara í...

Eg ei nelgdur var í lógvar

Í Nýggju Sangbók Guds Fólk , sum kom út fyri nøkrum árum síðani, eru framvegis nógvir sálmar og sangir, sum vóru sungnir áður, men hoyrast ikki ofta í dag. Nógvir teirra eru dýrgripir og verdir at taka fram, tá høvi gevst.Ein teirra er stutti sangurin „Eg ei negldur var í lógvar‟. Ein talandi yrking um, hvussu Jesus tók alla revsing fyri synd mína á seg,...