Category: TÝDDIR SANGIR

Borin á hans herðum

Sangurin “Borin á  hans herðum” talar einfalt um trygdina, tey eiga, sum hava trúð á Jesus og hava samfelag við Hann. Sangurin  stóð í gomlu, donsku sangbókini “Salmer og Sange”, sum samkoman í Thorsgade – seinni Brønshøj – plagdi at nýta á møtum sínum.  Helst man sangurin vera týddur einaferð í 80-unum. Hann er at funna sum nr. 559 í Nýggju Sangbók. Borin á hans...

Sólarris um heimsins lond

Bretsku sangsmiðirnir Keith Getty og Stuart Townend hava skrivað fleiri av teim nýggjari sangunum, sum samkomur syngja kring heimin í dag. Fleiri av sangum teirra eru umsettir til føroyskt, teirra millum eru. “Í Kristusi mín vón er bygd” og “Myrkur, kvøl og háð”. Sangirnir hjá Getty og Townend hava eitt týðuligt bíbilskt grundstøði og eru rættiliga evangeliskir í innihaldi. Sangurin niðanfyri eitur á enskum “Joy...

Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað

Sangurin “Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað” er skrivaður av ensku Joy Webb, sum var offiserur innan Frelsunarherin. Hon var eisini leiðari av sangbólkinum “The Joystrings”, sum í 60unum gjørdust kendir í Onglandi, har onkur av sangunum enntá kom á hitlistan í bretskum TV, sum var óvanligt. Hesin bólkur náddi út til fólkið við evangeliska boðskapinum við teirra frísku og livandi sangum – heilt...

Lívsins størstu lukku

Av einum fyrispurningi, eg fekk herfyri, var eg mintur á ein sang, sum eg umsetti síðst í 60unum. Hann hevur heitið “Lívsins størstu lukku”. Afturvendandi orðini eru annars “Tríati seklar av silvur”, sipandi til svikagerð Judasar móti meistara sínum. Sangurin, sum helst mundi vera týddur úr norskum, varð innsungin í 1969 á EP-plátu av Gerd Hermansen og Miriam Carlsen. Sangurin var nr. 305 í gomlu...

Veri tú altíð mín dýrasta sjón

“Be Thou my vision” er ein gamal, kendur írskur sálmur, ið verður nógv sungin í enskt talandi kirkjum og samkomum.  Hildið verður, at upprunin kann førast heilt aftur til sjeyndu øld – sum so ger hann til ein av elstu sálmunum í tíðini eftir Kristus. Tað sigst, at tað vóru nakrir írskir munkar, sum vóru teir fyrstu at búsetast í Føroyum.  Oddur á Lakjuni, sum...

Unn mær at umboða tín frið

Fyri nøkrum árum síðani var tað onkur, sum bað meg umseta hendan sangin, sum á enskum eitur “Make me a channel of your peace”. Sangurin sigst at vera tikin úr bøn eftir Fransis úr Assisi í Italia, sum livdi í 12 og 13. øld. Sebastian Temple (1928-1997) skrivaði sangin út frá hesum kendu orðum. Um orðini í Esaias 61,1 hava verið í huga høvundans, vita...

Lær meg tín veg

“Teach me Thy Way, oh Lord” eitur hann á upprunamálinum og er skrivaður út frá tekstinum í Sálmi 27,11: “Lær meg veg tín, HARRI”. Orð og lag til henda einfalda, inniliga sangin eru skrivað av bretanum, Benjamin Mansell Ramsey, sum livdi í tíðarskeiðinum 1849 – 1923.  Sangurin varð týddur til føroyskt fyri nøkrum árum síðani – nakað frítt tó – og hann er nr. 892...

Við trónu Guds

“Before the throne of God above” er ein  eldri, enskur sálmur, sum umtalar høvuðsprest okkara í himli og týðandi tænastu Hansara við høgru hond Guds, har Hann talar okkara søk. Sálmurin er skrivaður av írskari kvinnu, Charitie Lees Smith (1841 – 1923) og er eitt dømi um, at eitt nýtt lag kann geva einum gomlum sálmi lív og flog. Amerikanska kvinnan Vikky Cook skrivaði í...

Tá eg við krossin syndatyngdur stóð

Sangurin, sum byrjar við  yvirskriftini omanfyri, stóð í tí gomlu sangbókini “Salmer og sange”, sum samkoman í Thorsgade 40 á Nørrebro plagdi at nýta. Hesin stutti sangur plagdi viðhvørt at vera sungin á møtum í donsku samkomuni og hevur ein tekst við einum persónligum vitnisburði.  Sangurin tóktist mær vakur og inniligur – bæði í lagi og boðskapi – og tí royndi eg at umseta hann...

Jesus, tú umbroytir meg

Enska sangkvinnan, Marilyn Baker, ið er fødd í 1950, hevur verið blind, síðani hon var barn. Hon hevur arbeitt ein part av lívi sínum  sum tónleikalærari, men seinastu árini hava verið vígd til tænastu Harrans – serliga innan sang. Marilyn skrivar tekstir og løg til teir sangir, hon syngur. Hon hevur ferðast bæði í Onglandi og øðrum londum við sangi sínum.  Sangurin “Jesus, you are changing me” – sum...