Category: SANGIR – TEKSTIR OG LØG
Orð/lag: ØB NÓTAR – trýst her Vit fingu lív, vit fingu frið, og nú vit kunnu syngja við: At alt var myrkt og tómt og kalt, men Jesus kom og umbroytti alt. Og nú vit vilja, at tú skalt hetta skilja, sum vit ei kunnu dylja, hvør gott tað er at kenna...
Jesus talar í Jóhs, kap. 10 um hin góða hirðan og sigur í ø. 4: “Táið hann so hevur leitt út allan seyð sín, gongur hann undan honum; og seyðurin fylgir honum, tí hann kennir rødd hansara.” Ein mynd av Jesusi sjálvum og tryggu leiðslu Hansara av øllum teimum, ið hoyra til rødd hansara og fylgja Honum. Sangurin “Hann gongur undan” er skrivaður umleið 1965...
Orð og lag: ØB. Nótar/ljóðfílur niðast Hin morgun, tá sólin úr eystri skein, úr grøvini myrku Guds Sonur trein, Burtur fíggindan rak, deyðin misti sítt tak og kundi ei gera mein. Tí at Jesus, hann livir í dag, syngið tí fagnaðarlag! Jesus, vár frelsari, Hann doyði men livir í dag. Tá vinir hans savnaðust bivandi, við friði hann kom, og teir...
Upp móti himli leitar mín andi, upp til mín faðir, sum kennir mín veg. Tí at i hesum skugganna landi ofta eg fremmandan kenna kann meg. Gleðast eg kann í frelsara mínum. Mangan tó undrist á hansara leið, Hjarta kann nøtra, óttast í stríðnum, men eitt eg veit, at hann sleppir mær ei. Heimurin kann hin kristna ei fata, trilvandi fram ganga kvinnur og menn....
Frá 1989 til 1992 fekk eg høvi til at vera við til nøkur bíbliuskeið fyri yngri fólk í Føroyum. Fyrstu skeiðini vóru hildin í samkomuni Nazaret í Kaldbak og tað seinasta í 1992 á Zarepta, sum tá kom at vara í 3 mánaðar. Á hesum skeiðum vóru fleiri ungfólk í besta blóma, og tað er við teimum í huga, at hesin sangur varð til. Helst...
Øll bíblian er ein vitnisburður um, at Gud, skapari og frelsari okkara, kallar á menniskjað og vil fá tað í tal. Tá ið Adam og Eva høvdu syndað í Edens urtagarði, kom Harrin, tá ið dagurin var svalur, og rópti á Adam: “Hvar ert tú”. Hann kallaði á dreingin Sámuel á náttartíð, tá hann lá og svav í halgidóminum, inntil hann svaraði “tala – tænari...
Orð/lag ØB. Sangurin var skrivaður umleið 1991-92. NÓTAR HER Alveldis Gud, við tínum Orði alt varð...
Orð/lag ØB NÓTAR Vit í hjørtum várum fegnast um tað verkið, ið her er framt, sáðið, sum í trúgv er sáað ár um ár. Harrans rødd her hevur ljóðað, kærleiksfult og álvarsamt, søgan søgd er, sum kann grøða syndasár. Harrin hevur verið góður og Hann signaði Orðið, sum...
Orð/lag: ØB Bakgrund niðast. NÓTAR – HER Sterk var tann hond, sum upp meg lyfti út úr tí díki, eg var í. Stórur tann frelsari, meg hitti, hann gav mær lív, Hans er æran alla tíð. Um dimmi legst á mínar leiðir, og ivi hóttir mína trúgv, gott er at vita tá: Jesus mær stendur hjá, og til Himmalin...
Orð & lag ØB (Sí søguna um sangin niðast) A-cis – NÓTAR her Mínum frelsara eg takka vil av hjarta, fyri signingar og vernd á lívsins leið. Hann meg trygt á herum bar – var altíð har, hóast skeivt var mangt eitt stigið, ið eg steig. Mangan ivandi mítt hjartað hevur verið, mangan vantrúgvin og sjálvráðin eg var. Men av náði Guds eg eri...