Category: SANGIR – TEKSTIR OG LØG
Orð: ØB. Lag: Richard Rodgers *Umtala sæst niðast á síðuni Kærleiki – trúfesti heim og hjúnalag fylli. Trygd í lund – stund um stund – lívsleið tykkara gylli. Orðsins barlast í sál og sinn tykkum góð vil vera. Ljós so bjart – nær og fjart – orðið uppi vil bera. Kærleiki – trúfesti framtíð tykkara myndi. Andans glóð, megi góð merki hjørtu og lyndi....
Orð: Páll á Lakjuni – lag: ØB. Umtala niðast. Vinur, hoyr, vit hava eini boð at bera tær, boð um hvíld og undurfullan frið. Ert tú troyttur sjúkur, og tín sál ei hvílu fær, ein er, sum vil varða tíni stig. Tað er Jesus, hann, sum doyði, bløddi krossi á, vann tær himmalvegin, so at tú kundi fá frelsu æviga og eiga frið í tíni...
Millum mongu sangirnar, sum Lina Sandell hevur givið okkum er hesin, sum vendir sær til yngra ættarliðið. Hann heitir inniliga á tey um at geva Jesusi hjarta og lív teirra á barna-og ungdómsárum og finna æviga trygd hjá Honum. Sangurin stóð í einari eldri sunnudagsskúlabók, sum varð nýtt fyri mongum árum síðani. Sangbrøður sungu hann við einum nýggjari lagi inn á plátu, sum kom út í...
Orð/lag: ØB Nótar her * Umtala stendur niðast Kvirra um fjøll og fløtur – og náttin døpur, myrk og svørt. Skyggir av fjallatindi stjørna, so blonk og bjørt. Rekur burt nátt og niða, villdýr um teigar tiga, stjørnan – so spakuliga – seg otar fram í náttini. Føddur er konga Kongur til eina falna verð. Hoyr, hvussu einglasongur boðini sælu ber, ja, hoyr...
At vera barn í Føroyum er ein signing undurfull, ein gáva stór, sum mær varð givin við. At ganga frítt á eingjum grønum, hoyra áartutl frá løki rennandi við garðalið. Eg gleðast kann um lívið og um sólina sum sær. og fuglar fríar, flúgvandi í nánd. Og fjallatindin, sum seg hevjar yvir dal og skarð her omanfyri føgru sjóvarstrond. Lív og leikur í dreymanna landi,...
Orð/lag: ØB Umtala av sanginum niðast. NÓTAR HER Gjøgnum øldir hava Harrans menn og kvinnur brotið slóð, farið út til onnur fólkasløg og manga fjara tjóð; umsett skriftirnar til fremmant mál og borið lívsins orð um ta frelsu, sum kann broyta lív og kor. Latið lovsongin ljóða, berið boðskapin góða...
Orð og lag: ØB NÓTAR HER Upptøka finst niðast á síðuni, har eisini umtala av sanginum. Sólgyltu ungdómsár – tú gjørdist vinur vár. Tú komst inn í várt lív og gjørdi alt nýtt, tókst okkum tætt at tær, aldri tín hond var fjar, og av hjarta og sál vit syngja frítt. Vit siga tær takk, góði Gud, fyri títt trúfesti, ta náði, sum tú hevur...
Orð/lag: ØB . Umtala niðast. NÓTAR – trýst her Eg ynski at tæna Jesusi, sum meg hevur endurføtt, hans kærleiki hevur hitað upp mítt hjarta, sum fyrr var flótt. Mína tíð og mínar gávur ei eg spilla vil sum áður, eg vil fara har, hann sendir meg, tí ein viti eg vil vera, sum kann ljós til onnur bera og kann beina tey á...
Orð/lag: ØB. Umtala niðast á síðuni. NÓTAR Jesus, eg takki tær fyri frelsu og fullkomnan frið, fyri tey ævigu virði, sum tú meg signaði við. Takk fyri alt, ið tú gevur, takk, at tú ert mær so nær, undurfult signað meg hevur, av sonnum eg alt fekk í tær. Tíðirnar koma og fara, lyftini fast standa tó. Orð títt skal liva...
Orð/lag: ØB NÓTAR – trýst her Tað er so ymiskt, sum lív várt er lagað, stundum vit leika og læa sum børn. Beiskleikar lívsins við hvørt okkum ræða, skýggini myrku tey boða frá ódn. Signingarríkt, at ein lærdi at kenna hann, sum við orði í ódn skapti logn. Og, tá ið álvarans spurningar brenna, eingin er størri og dýrari ogn. Skiftandi streymar um lívsleiðir reka....