Category: SANGIR – TEKSTIR OG LØG
ORÐ/LAG: ØB Nótar HER Nær er Harrin hjá tær, tú sum trýrt á Hann, Um enn ivi og ótti teg tyngja kann. Hann tær stendur við lið, Hann tær gevur sín frið, tú ert tryggur í Jesusar hondum. Lít á alt tað, Hann er, og Hann hevur gjørt, um enn lívið tær tykjast kann gátuført. Tá tú stríðist í loynd, og tín trúgv verður roynd,...
Orð/lag: ØB NÓTAR – her Tú, sum býrt í dýrd og ljóma, heilagleikans ljós umgirðir teg, stór var náðin, at tú mintist falnu ætt á undirgangsins veg. Tí tú sendi okkum Sonin, vára synd hann á seg tók, vit eru frelst og innskrivað nú í lívsins bók. Harri harra, Kongur konga, tú við blóði keypti okkum frí. Harri harra, Kongur konga, tín er æran alla...
Sangurin, rópa av frøi, sum Svenning av Lofti skrivaði á ungum árum, hevur sín uppruna í Sálmi 100. Fyrst varð sangurin sungin við øðrum lagi. Nýggja lagið varð skrivað til 70 ára føðingardag Svennings og hevur verið sungin av Ebenezerkórinum. Rópa av frøi, rópa, tú frelsti, fegnast í Gudi og syng um hans mátt, tæn tú nú honum, ær hann við gleði, hann hevur frelst...
Orðini eru skrivað onkuntíð umleið 1958-60 – ivaleyst við Sálmi 23 í huga. Onkur smærri broyting er framd síðani. Løgini, sum eru tvey í tali, eru bæði viðløgd niðan fyri sangin – saman við útgávu av sanginum í august 2022. Leið meg til tær grønu fløtur, har mín sál kann hvíla seg, sita trygt við tínar føtur, hoyra, at tú elskar meg. Har er friður,...
Orð/lag: ØB Nótar HER Umtala av sanginum sæst niðast á síðuni. Lívið nýtt mær varð givið, tá meg Frelsarin fann, og so leingi, eg livi, vil eg tilbiðja Hann. Hann er nær allar staðir, kennir leið mína væl. Eg kann kalla Hann Faðir, trygt Hann leiða meg skal. Orð Hans sál mína leskar, føði finni eg har, rødd Hans frið til mín teskar,...
“Kærleiki – trúfesti” er upprunaliga skrivaður sum brúdleypssangur, Men einaferð spurdi Jukim Olsen úr Svínoy, búsitandi í Havn, um eg ikki kundi umskrivað sangin til at vera afturlítandi, so hann kundi nýtast til silvurbrúdleypið hjá honum og konuni, sum stundaði til. Hetta varð so gjørt – tó er teksturin nakað broyttur síðani. Kærleiki – trúfesti, vernd í árum, sum svunnu. Álit bygt, lívið trygt tit...
Orð/lag: ØB (nótar vanta) Trilvandi trúarstig, bivandi hjørtum við. Sjónin, ið birtist, var skillig og sterk. Sóu hin vilsta seyð, hoyrdu tað, Harrin beyð. Rættu vit út várar hendur til verk. Eydnaðist ikki alt. Úrslitið mangan fjalt. Vónin var tvinnað við dreymin, ið brast. Trilvandi trúarstig, Harrin tó var við lið. Orðið bar ávøkst, sum eisini sæst. Framtíðin ókend er, hondin tó uppi ber, hoyrist...
Orðini “ljós andlit tíns” koma fram fleiri ferðir í Sálmunum. Ivaleyst eru hetta orð, sum hava sín uppruna í signingini, ið høvuðspresturin signaði ísraelsmenn við eftir boði HARRANS (4. Mósebók 6,24-26): “HARRIN signi teg og varveiti teg! HARRIN lati andlit Sítt lýsa yvir tær og veri tær náðigur! HARRIN lyfti ásjón Sína yvir teg og gevi tær frið!” Hesin stutti sangurin varð skrivaður stutt eftir...
Orð: P. W. Háberg Lag: ØB Nótar HER Kvølfulla stund á Golgata hin morgun, blóðigu pannu krúnan neit so fast, vinirnir flýddu, sálin tyngd av sorgum. – Hans høvur boygnaði, og hjartað brast. Vónríka stund, tá grøvin brast við megi, deyðan hin sterka, ljósins sonur vann, boðaði syndatyngdum sálum gleði og frið í blóðinum, á krossi...
Orð/lag: ØB nótar HER Tú, Sonur Guds, frá upphavi í tign tú var. Í ljóma dýrd og megi tú vart tíns Faðirs gleði. Og tá alt lív sá dagsins ljós, tá vart tú har, men mannaættin fall so djúpt – langt burt frá tær. Jesus, kongur mín og klettur, yvir øllum settur – tó á krossi mína synd tú bar. Jesus – morgunstjørnan bjarta, dýrur...