Category: SANGIR – TEKSTIR OG LØG
Í Sálmi 18,31 standa orðini: “Vegur Guds er fullkomin, orð HARRANS er reint, Hann er øllum teimum skjøldur, sum søkja sær skjól hjá Honum.” Hesi orð hava ivaleyst verið í bakhuganum, tá hesin sangur varð skrivaður. Helst er sangurin eisini litaður av, at kæra mamma mín hevði fingið alzheimer sjúkuna við tí negativu ávirkan, ið henda ringa sjúka hevur á likam, sinni og kenslur. Sangurin, sum helst er skrivaður...
Orð/lag: ØB Vit í hjørtum várum fegnast um tað verk, ið her er framt, sáðið, sum í trúgv er sáað ár um ár. Harrans rødd her hevur ljóðað kærleiksfult og álvarsamt, søgan søgd er, sum kann grøða syndasár. Harrin hevur verið góður, og hann signaði Orðið, sum er altíð nýtt, og ávøkst ber. Stór var náði Guds og megi, honum prísa vit við gleði, sum...
Orð/lag: ØB NÓTAR HER Hvat var av mær, um Jesus ei meg fann og í náði frelsti meg? Hvat var av mær, eg ofta spyrja má, um eg helt fram mín egna veg? Hvør var mín leið, hvar gekk mín fótur nú, og hvør var lagna mín í dag? Um Jesus ei í kærleika meg fann...
Barnasangur, skrivaður í 1970/71. NÓTAR HER At leypa og at renna,at spæla frítt og flenna,um tún og teig við javnaldrum hvønn dag,so stuttligt tað kann veraog lætt mítt hjarta gera,eg syngi hart og frítt í góðum lag.Men størst av øllum var tað,at Jesus fekk mítt hjarta,Hann frelsti meg og gjørdi meg til sín.Og nú á hvørjum degieg syngja kann við gleðium Jesus, sum er besti...
Sangur um himmalin, skrivaður í 1970-71. Er helst mest kendur gjøgnum kassettubandið við Ólavi á Váli, sum kom út miðskeiðis í sjeytiárunum, har sangurin var við. Sangurin kom eisini við á minnisfløgu eftir Ólavur, sum andaðist brádliga í 2005. Nótar og upptøka finnast niðast. Lívsins land, mítt eyga teg langt burtur hóma kann, skyggjandi, í fagurleika skrýtt. Handan hav og ódnarveður fjalt tú liggja man,...
Hans Andreas Jacobsen úr Klaksvík var staddur niðri á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn í sjúkraørindum, tá hann skrivaði niðanfyri standandi yrking vers út frá Sálmi 63 eftir Dávid, sum kom at standa í blaðnum, Boðberin í desember 1986. Árið eftir doyði Hans Andreas, men eftir hann lá hesin vitnisburðurin um tann longsil, sum býr í hjørtum teirra, ið kenna Harran. Anna Háberg hevur sungið sangin inn...
Sangurin varð framførdur av Kristnastovukórinum á fyrsta sinni um jóltíðir 2012. Hetta kór var bert virkið í stutta tíð. Sangurin var skrivaður nakað frammanundan og er síðani nakað broyttur. Orð/lag ØB. Lýsti av hæddini ljósið úr dýrdini, Kristus, Guds Sonur, varð borin í heim. Móðurin sveipaði barnið í krubbuni, undrandi hirðar – stór frøi á teim. Himmalsins Harri steig niður á fold. Føddur í Betlehem,...
Orð: ÓLI REINERT. Lag: ØB Jesus er tann stjørnan, ið kann lýsa, tá ið hvør ein stjørna sløknar her, sum í lív og deyða leið skal vísa, sum ein syndara til Himmals ber. Jesus er hitt ljósið, ið mær lýsir gjøgnum hesa køldu, myrku verð; uttan Jesus verðin bara hýsir neyðarróp og troystarloysi her. Um í Jesusi ei fanst ein bjarging burt úr hesi deyðans...
ORÐ/LAG: ØB Nótar HER Nær er Harrin hjá tær, tú sum trýrt á Hann, Um enn ivi og ótti teg tyngja kann. Hann tær stendur við lið, Hann tær gevur sín frið, tú ert tryggur í Jesusar hondum. Lít á alt tað, Hann er, og Hann hevur gjørt, um enn lívið tær tykjast kann gátuført. Tá tú stríðist í loynd, og tín trúgv verður roynd,...
Orð/lag: ØB NÓTAR – her Tú, sum býrt í dýrd og ljóma, heilagleikans ljós umgirðir teg, stór var náðin, at tú mintist falnu ætt á undirgangsins veg. Tí tú sendi okkum Sonin, vára synd hann á seg tók, vit eru frelst og innskrivað nú í lívsins bók. Harri harra, Kongur konga, tú við blóði keypti okkum frí. Harri harra, Kongur konga, tín er æran alla...