Category: SANGIR – TEKSTIR OG LØG
12. februar í fjørð fór Arnvør á Torkilsheyggi heim til Harran. Hon var ein gávurík sangkvinna, sum gleddi okkum so mangan við sangi sínum. Á sjálvum degnum, eitt ár eftir burturferð Arnvørs, varð sangurin “So mangt er mær dult” útgivin, soleiðis at hann nú kann hoyrast á netinum. Hans Poulsen, sum eisini áður hevði samarbeitt við Arnvør innan sang og tónleik, hevur staðið fyri upptøku,...
Fyrr í hesum mánaða útkom jólasangurin “Kvirra um fjøll og fløtur” í einari eitt sindur øðrvísi útgávu enn tað, vit hava hoyrt áður. Marjun Wolles, sum lesur tónleik í Reykjavík, hevur innsungið sangin, og tónleikararnir eru allir úr Íslandi. Teir eru: Kjartan Valdimarsson, sum spælir klaver, Jóhann Ásmundsson, ið spælir bass, meðan sonurin, Ási spælur trummir. Sera vakurt og áhugavert framborið – sangurin kann hoyrast...
Tú sum gongur trúarleið, lít á Harran, óttast ei, og birt títt ljós, har myrkrið hevur valdið. Signað veri tað, tú gert, einsamallur ei tú ert. Í Jesu navni treystur fram tú haldi. Stinnur statt og óttast ei, Harrin kennir tína leið, tí kraftin hon er Guds og ei tín egin. Hann er við um tind og dal, ein dag opinberast skal at Jesus fylgdist...
Afturlítandi hjúnasangur – upprunaliga skrivaður til eitt gullbrúdleyp í 2018. Orð/lag ØB Tað var á lívsins vári at leiðin saman bar. Tit minnast kunnu árið og ungdómstíð, ið var. Tit høvdu mangar dreymar, um heim og hjúnalag, tit høvdu kenslur eymar, sum búnaðust hvønn dag. Tey lyfti, ið tit góvu hvørt øðrum einaferð, í verki saman stóðu, í minnum dýrt tað er. Og...
“Hjarta mítt er ov fult av lívsælum orðum, eg sigi: Songur mín er um ein kong, tunga mín er sum pennur snarskrivarans.” Tú ert hin fagrasti av menniskjabørnunum, lívsæla er úthelt á varrar tínar; tí hevur Gud signað teg í allar ævir”. Hetta er brot úr Sálmi 45, sum er messianskur sálmur, peikandi á Jesus, hátign og dýrd hansara. Hesin sálmur hevur givið íblástur til...
Herfyri kom út nýggj fløga í Føroyum við 18 sangum. Fløgan ber heitið “Tú leitar”. Tað serstaka við hesi fløgu er, at hon ikki er ætlað at verða seld, men kann fáast ókeypis. Hugsanin er, at hon skal vera eitt slag av einari evangeliskari traktat við boðskapi, sum kann gevast fólki. Sangurin, sum fløgan eitur eftir, varð skrivaður í byrjanini av 70unum í samband við...
Hetta var vikan, tá várið kom i Danmark – umsíðir. Og tað kom rættiliga brádliga. Eftir eina langa tíð við køldum veðri og frosti kom lýðkan umsíðir í luftina, og nú standa smáu, litríku várblómurnar snjóklokkur (vintergæk), erantis og krokus í fullum flora. Nakað soleiðis tóktist tað eisini, tá sangurin “Várið er komið” varð skrivaður 2011. Brádliga kom vársins lýðka í luftina. Lagið varð gjørt...
Pápi mín, Sigurd Berghamar, hevði verið á einum møti í Ebenezer og hoyrt Knút Háberg tala um hina himmalsku hondina. Talan gav honum íblástur at skriva niðan fyri standandi yrking, har aftur vendandi orðini eru “Hin himmalska hond”. Sjálvur haldi eg tað vera áhugavert at síggja, hvussu hann í fimm ørindum megnar á talandi hátt at samanfata skapanina, fallið, fylgjur og vón, frelsisverkið og heimkomu...
Hesin sangur eftir Marius Absalonsen, sum livdi í tíðarskeiðinum 1910-2001, man vera nýggjur hjá teim flestu. Men hann er at komin við í Nýggju Songbók Guds Fólks og er nr. 443. Sangurin setur trúarorð Jobs (kap. 19 v. 25) í eitt evangeliskt ljós – peikandi fram ímóti Kristusi, sum er uppreisnin og lívið. Tá ið vit kenna okkum ákærd og fordømd, verða vit vard av Honum, ið gav lív sítt...
Niðanfyri standandi sangur varð sungin á fyrsta sinni í Kristnastovu tíðliga í 2017. Hann er skrivaður við íblástri úr náttúruni og Sálmi 34, 2: “Eg skal lova HARRANUM altíð, prís Hansara skal altíð vera mær á munni.” NÓTAR HER Ljóðfílur niðast Guds skaparverk og undur mong eg skoða kann á grønu ong. Náttúran ber fram takkarsong hvønn dag til skaparan. Ta rúmd,...