Category: SANGIR – TEKSTIR OG LØG

Takk fyri frelsuna, Jesus

Leivur Guttesen livdi í tíðarskeiðinum 1929 – 1997.  Hann var sera musikalskur, kundi spæla á fleiri ljóðfør, og hann skrivaði fleiri løg til andaligar sangir. Men hann var lítiðlátin maður og fór stillisliga við tí, sum hann arbeiddi við. Tí var tað gott, at tað umsíðir kom út eitt nótahefti í 2021 við heitinum “Leivur Guttesen  – 48 løg til andaligar sangir.”Sangurin “Takk fyri frelsuna,...

Takk fyri títt verk

“Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists.  (Orð Paulusar í Filippibrævinum 1,6). Alt tað, vit eru sum kristin, er grundað á tað verk, ið Gud hevur gjørt gjøgnum son sín, Jesus Kristus. Verk Kristusar á Golgata var eitt fullkomið verk. at vit bera ávøkst í andaliga lívinum – savnast við samkomu hansara –...

Gamla Kristnastova á Oxford Allé

Gamlar gøtur

Sangurin varð yrktur til eina legu fyri fyrrverandi útisetar á Zarepta í 1998 í sambandi við, at arbeiðið í Kristnastovu fylti 25 ár. Teksturin hevur íblástur úr Jeremiasar bók 6,16, har sagt verður “Spyrjið um hinar gomlu gøtur – spyrjið, hvar leiðin liggur til hitt góða”. Sangurin var sungin við fleiri skiftandi solorøddum hjá fólki, ið høvdu búleikast í Danmark og vóru komin heimaftur. Teirra...

Tú, sum altíð verið hevur

“Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna.” 1. Jóhs. 1, 3-4. Tú, sum altíð verið hevur, og sum alt í øllum ert. Vit tær takka, tú sum gevur ríkliga og undur gert. Takk, at tú við lívsins orði leskaði vár tystu sál, trygt tú okkum...

Kanst tú ei fjøldum stýra

Pápi mín, Sigurd Berghamar, sum livdi í tíðarskeiðinum 1910 til 2003, yrkti og umsetti einstakar andaligar sangir og sálmar. Nakrir av hesum sangum standa í Nýggju Songbók Guds og verða stundum sungnir á møtum okkara. Hann skrivaði eisini onkra yrking viðhvørt, sum kanska tey fáu kenna. Her er ein teirra, sum Gunnvør, systir, vísti okkum á og las upp , nú ið vit vóru heima...

Frá ævunum Guds verk fer fram

Fyrstu trý versini av hesum sangi, sum er nr. 959 í Nýggju Sangbók,  skrivaði pápi mín sum eina heilsan til Andrew Sloan, trúboðara, í samband við ein rundan føðingardag hansara. Andrew Sloan var ein trúfastur, bíbliutrúgvur prædikumaður í brøðrasamkomuni, ikki minst í heimasamkomuni, Ebenezer. Eins og faðirin, William G. Sloan, var hann mildur í framferð, vinarligur og umsorgsfullur. Triðja vers sipar til tað, sum stendur ...

Fagnaðarljóð

Nýliga kom upptøka undan kavi við einum kórsangi frá 2006, ið var ein kvøða til samkomuna í Ebenezer, tá ovari salur var tikin í nýtslu sama ár. Hetta er ein takkarsangur, har litið verður aftur á farna tíð við takksemi um, at gleðiboðskapurin kom til oyggjaland okkara og broytti hjørtu og lív. Hugsað verður eisini um tey, sum undan gingu og boðaðu Orð Guds inni og...

Til móðir

Í 1992 fekk kæra mamma mín, Tinna Berghamar,  staðfest alzheimer sjúkuna. Tað kendist tungt at síggja, hvussu  henda herviliga sjúkan legði sína køvandi hond á sinni, lív og likam hennara. Í hesari sváru  tíðini vórðu niðan fyri standandi reglur til. Mamma  doyði á Lágargarði 14. desember í 1994. Tað nítur so mikið meg, móðir mín kæra,at síggja teg vikna og falla og fara,at megi og...

Kvøða til faðir

Kvøða til faðir

                            –                                                    Ognað faðir mínum, Sigurd Berghamar,                                          ...

Lítandi á lyftini

Teskurin og lagið til sangin byrjaðu at fáa skap í 2011, men endaliga útgávan kom ikki fyrrenn í 2019. Orð/lag ØB – nótar vanta.    Sum vit ferðast gjøgnum lívið, sum av óvissu er merkt, ótrygd eykennir várt lívsins stutta skeið. So er gott at kenna Jesus og hans dýrabara orð, og at vita, lyfti hans, tey svíkja ei.     Lítandi á lyftini   ...