Category: SANGIR – TEKSTIR OG LØG
Hesin sangur var skrivaður til eina Kristnastovulegu, sum varð hildin í Kikhavn í Norðursællandi í 1984, har umleið 100 fólk vóru við. Sangurin talar um ta andaliga samfelag og einleika, sum eigur at sermerkja okkum sum kristin. Hetta eykendi eisini ta fyrstu samkomuna, sum trein fram á hvítusunnudegi, ið greitt verður frá í byrjanini av Ápostlasøguni. ...
Skjótt skal Jesus aftur koma og vit foldum fara frá til tann stað, Hann ger tilreiðar, har vit skulu Harran sjá. Eingin synd skal longur vera, eingin sjúka, roynd og sorg. trygg vit eru har í sælu himmalborg. Lovsangstónar skulu brúsa frítt teim frelstu skarum frá. Tíat eina Hann er verdur alla æruna at fá, sum gav lív sítt fyri okkum og á krossi...
Havið brennandi kærleika hvør til annan av reinum hjarta, sigur Pætur ápostul í fyrra brævi sínum (kap. 1 v. 22). Tað er evnið í stutta sanginum „Er várt lív eitt ljós‟, hvørs orð og lag vórðu skrivað til ein sangleik á einari legu í Kikhavn – uttan fyri Hundested – ið varð hildin í 90unum, tá nógv fólk vóru niðri í Danmark. Leikurin snúði seg...
Í 2003 varð skipað fyri stórari ættarstevnu í Ítróttarhøllini á Skála fyri teimum, sum høvdu røtur í Túni á Toftum. Eisini var minni tiltak á Svangaskarði nakað aftaná. Sjálvur ferðaðist eg ofta á Toftum sum smádrongur, har eg búði hjá ommu og abba mínum, Sanna og Andrias í Túni – foreldur hjá mammu míni, Tinnu. Eitt skifti gekk eg eisini í skúla á Toftum, og...
Ein stuttur sangur varð til, stutt eftir at korona farsóttin var farin at gera vart við seg í mars-apríl mánaða 2020. Tað var týðulig óvissa og ótti millum fólk, og korona farsóttin varð kallað ein ósjónligur fíggindi. Samfelagið varð fyri stóran part afturlatið, og hetta ávirkaði eisini samkomulívið sum heild. Eitt nú kundu bert tíggju fólk koma til møtini. Men gott var at kunna minna...
Um páskirnar vera vit mint á líðing, deyða og uppreisn Jesusar. Sangurin „Á hvør er hasin maður‟ eftir Brynleif Hansen, trúboðara, er ein stuttur, men talandi sangur um líðing Kristusar okkara vegna. Evangeliski boðskapurin um Jesus lá Brynleif nógv á hjarta. Hann var gripin av boðskapinum. Hin líðandi Messias, sum verður umtalaður í Esaias kap. 53, er ivaleyst í huga Brynleifs, tá ið hann skrivar...
Susan og eg vóru við synum okkara í farloyvi heima í Føroyum nakrar mánaðar í 1983/84. Vit vóru við til summarlegurnar á Zarepta, har sangurin rungaði við megi millum luttarakar. Mær tóktist, at ein sangur vantaði í, sum setti orð á summarið og vøkru náttúruna rundan um legustaðið á Vatnsoyrum. Og so vórðu orð og lag gjørd, og sangurin introduseraður millum luttakarar á Zarepta. Nakað...
„Spyr tó fyrst, hvat HARRIN sigur – eru orð Jósafat kongs í eini avgerðarløtu hjá ísraelsmonnum!‟ (1. Kong. 22,5) Umráðandi er at vit taka Harran við, tá stig og avgerðir skulu takast í livinum. Nógvar avgerðir verða tiknar á ungum árum, sum kunnu hava stóra ávirkan á alt lívið. Hetta er í huganum, tá hesin sangur varð skrivaður til fyrstu leguna hjá Kristnastovu í 1976...
Týsdagin 7. juni fylti ein góður vinur og javnaldur, Jógvan Hammer, áttati. Jógvan, sum er ættaður av Eiði, men býr í Havn, gjørdi í mong ár eitt slóbrótandi arbeiði innan upptøkur við kristiligum tilfari. Eitt nú gjørdi hann upptøkur til fleiri plátur, sum komu út í „60unum‟. Teirra millum vóru tær tríggjar EP-pláturnar við bólkinum Sangbrøður, ið undirritaði var ein partur av.Tá Jógvan fylti fimti...
Tað er rættiliga ofta at Harrin verður umtalaður í Bíbliuni sum ein klettur hjá fólki sínum, har vit finna lívd, tá óveður er á leiðini, sum ger okkum óttafull. Dávid brúkar hetta orðið í fleiri førum. Hann syngur um Harran, sum verandi sín klett, har hann finnur hjálp, lívd og styrki. Í Sálmi 61 sigur hann seg vera við enda jarðarinnar – hvar tað so...