Category: ORÐIÐ

HVAGAR STEVNA VIT?

Tað er hugtakandi at síggja føroyskar kappróðarbátar, sum stevna fram móti málinum við fullari ferð. Hvør verður fyrstur á málið? Áralagið, orkan, konsentratiónin – alt telur við. Og ikki minst hetta, at hava eitt vakið eyga við málinum.  Hetta er serstaka uppgáva róðurmansins. Hvørt lítið frávik kann koma at kosta. Í ringum róðararlíkindum á Òlavsøku í Havn er onkuntíð tað hent, at onkur bátur er...

Kall til tænastu

Hesi tankavekjandi orð um kall til tænastu fann eg einaferð í “The Word for Today” – eitt andaktshefti, sum á donskum ber heitið “Et ord til dagen”.  Hesin tekstur  er skrivaður út frá tí, ið stendur í  Ápostlasøguni 13,2, tá ið Paulus og Barnabas vórðu kallaðir til tænastu.  Haldi orðini eru verd at geva gætur og vera her endurgivin, sum eg las tey á enskum:...

Langifríggjadagur

Hetta hendi allarfyrsta langafríggjamorgun fyri einum tveytúsund árum síðan: “Teir fóru nú við Jesusi frá Kaifasi til borg landshøvdingans; tað var tíðliga um morgunin. Sjálvir fóru teir ikki inn í borgina, fyri at teir skuldu ikki verða óreinir, men kundu eta páskalambið.” Í myrkrinum kvøldið fyri vóru Judas, vaktarmenn og tænarar frá høvuðsprestunum og farisearunum farnir við kyndlum og vápnum at handtaka Jesus og fóru...

Tala ælabogans

Er tað ikki so, at tá vit síggja ælabogan, verða vit leidd í huganum aftur til eina kenda søgu, sum vit hoyrdu, tá vit vóru børn. Orðið sigur, at eftir syndflóðina gjørdi Gud ein sáttmála við Nóa og setti ælabogan á himmalin sum tekin um, at hann aldri aftur fór at oyða jørðina við vatni. Hon er umtalað í 1. Mósebók 9,11-17. Ivaleyst munnu vísmenn...

Játtan og fyrigeving

Eg minnist, tá eg sum smádrongur kom at bróta eitt vindeyga nokk so meint í einum húsum í grannalagnum, har vit búðu niðri vid Rættará Havn. Hetta hendi undir spæli saman við øðrum. Eg rann sum ein hvirluvindur burturfrá í vón um, at hetta ikki fekk nakrar avleiðingar. Men onkur hevði sagt frá tilburðinum, og tað kom fyri oyruni á pápa mínum. Hvørja avtalu pápi...

Gævi dagur aldri fór at halla

Hetta eru seinastu orðini í vakra summarsangurin hjá Jens Dam Jacobsen, sum føroyingar mangan syngja saman á fundum og samkomum. Sangurin er eisini ein góð lýsing av einum føroyskum, litríkum hásummardegi, tá alt andar av livandi lívi frá fjøru til fjallatind. Tað er eins og at yrkjarin vil siga: . Gævi, at klokkan steðgaði her. Gævi, at vit klundu fastfryst hesa myndina í livandi líki....

Páskaliljurnar

Tað var ein av teimum myrku og stormfullu novemberdøgunum. Eg var til handils í Irma og fekk eyga á ein kassa við páskaliljuleykum til niðursettan prís. Tað var eitt sindur seint á árinum at planta leykir, men tað kann viðhvørt vera eitt sindur ringt at standa ímóti einum góðum tilboði.Eg visti, at teir máttu plantast beinanvegin, so í skýmingini – gird í regnfrakka og gummistylvum...

Tey hugdu upp til Hansara

”Tey hugdu upp til Hansara og lýstu av gleði, og andlit teirra rodnaði aldri av skomm.”  Sálm. 34,6.Sum barn var eg hugtikin av tí skaranum av fólki í uniformi, sum hvørja viku fór marsjerandi oman á Vaglið í Havn fyri at halda útimøti. Óneyðugt at siga var talan um Frelsunarherin. Eg var hugtikin av teirra sangi og hornblástri og eisini teirra vinarligu framferð.Minnist, at eg...

Krossins boðskapur

Ein eldri kona var einaferð á veg út í Kristnastovu, men hevði trupult við at finna fram til húsið á Birmavej 36 á Amager. ”Men so fekk eg eygað á føroyska flaggið”, segði hon og strálaði sum ein sól. Flaggið var bæði vegvísari og ein fløvandi heilsan. Eg haldi, at øll vit, ið búgva uttan fyri Føroyar, kenna til hesar kenslur: at tað rørir við nakrar...

Nýggjársbønin røkkur longri

Nýggjárslyfti eru góð, men viðbrekin. Betri er við nýggjársbønum. Tað var hugsan William MacDonalds (1917-2007), sum var kendur, avhildin bíbliulærari úr USA, knýttur til Emmaus Bíbliuskúla. William Mac Donald skrivaði 84 bøkur tilsamans. Tvær av bókunum eru umsettar til føroyskt: ”Hugsa um framtíð tína” og ”Ein leið er heimaftur til Gud.”  Báðar hava ein sera tankavekjandi boðskap til trúgvandi. Og rannsakandi er eisini hendan nýggjársbøn...