Category: HUGLEIÐING

Nakrir fyrverandi OJ-arar hittust

Operation Josva var ein danskur, evangeliskur felagsskapur sum var virkin nøkur ár fyrst í 70unum. Hann hevði miðstøð í Sanderum, einum gomlum bóndagarði, sum liggur beint uttan fyri Odense. Visiónin aftan fyri verkið var at náa út til danska fólkið við evangeliska boðskapinum. Ung úr ymiskum samkomum og kirkjum í Danmark vóru við í hesum verki, sum fekk nógva umtalu, eisini í táverandi fjølmiðlunum. Fleiri...

Møtast og skiljast

Hetta var yvirskriftin í “Boðberanum” í 1998 – altso fyri umleið 20 árum síðani. Aftaná eina langa búskaparkreppu í Føroyum var farið at gangast betri heima á landi, og nógvir útisetar kundu flyta heimaftur aftan á drúgva tíð uttanlanda. Í Boðberanum vóru ymsar hugleiðingar í samband við at 25 ár vóru liðin, síðani arbeiðið í Kristnastovu byrjaði. Greinin fekk sín íblástur gjøgnum gomlu felagsmyndina, sum...

Útisetar í undantaksstøðu

Fyri 25 árum síðani var búskaparlig kreppa í Føroyum, sum gjørdi, at eitt ótal av føroyingum kom til Danmarkar at arbeiða ella at fáa onkra útbúgving. Hetta upplivdist sum ein undantaksstøða, har fólk ikki vistu um og nær, tey sluppu heimaftur at búgva, tí torført var at fáa arbeiði. Hendan støðan ávirkaði eisini okkum, sum savnaðust í Kristnatovu um tað mundið. Stundum var rættiliga trongligt,...

Hugleiðing um Hawking og Joni

Jørn Nielsen, sum er ein íðin bloggari í kristiligum høpi, ger eina samanbering í blaðnum Udfordringen millum tveir kendar persónar, sum hava sitið í rullustóli og havt ein rættiliga ymiskan boðskap at bera. Talan er um Stephen Hawking, sum var ateistur, og Joni Ereckson Tada, ið er kristin. Jørn Nielsen skrivar: Astrofysikeren, professor Stephen Hawking, som døde 14.3.18, 76 år gammel, har jeg fulgt med...

Lesarabræv í KD

Hetta stutta lesarabræv varð sent til Kristeligt Dagblad, eftir at danskir fjølmiðlar boðaðu frá, at Billy Graham var deyður og søgdu – sum rætt var – at hesin kendi evangelistur prædikaði, at vit máttu koma til trúgv á Jesus fyri at verða frelst. Tað má sigast vera ein greið niðurstøða.

Ein halgaður tænari Harrans heimkallaður

  Billy Graham er deyður, 99 ára gamal, og mettur av døgum. Orðini eru mong, sum í hesum døgum verða søgd og skrivað um prædikumannin úr USA, hvørs rødd náddi so víða. Og tað skilja vit væl. Billy Graham var ein sannur, salvaður evangelistur, sum talaði ein einfaldan, máttmiklan evangeliskan boðskap, sum rakk langt út um heimland hansara. Eingin annar prædikumaður hevur nátt so mong...

Sangarin og sunnudagsskúlalærarin

Í sambandi við, at tvær minnisfløgur vóru útgivnar herfyri við Ingálvi av Reyni, varð ein sending gjørd til EVR, sum sendir á radiostøðini r7. Hon var var send hin 6. februar og endursend nakrar dagar aftaná. Ingálvur var mest kendur sum tann framúrskarandi listamaður, hann var, men hann var eisini ein sangari, sum sang seg inn í mong hjørtu og heim í Føroyum. Og so...

Okkara Arnvør er farin

Tung vóru boðini heimanífrá, tá vit frættu, at Arnvør ikki longur var okkara millum. Hon andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 12. februar. Í mong ár búðu Arnvør, Rói og børnini á Amager og vóru ein partur av samkomuni í Kristnastovu. Arnvør var eitt livandi menniskja við ljósum lyndi, sum ikki kundi annað enn hava góða ávirkan á tey, sum komu í samband við hana. Hon var...

Søguligur salur fer í søguna

Tað hoyrist, at samkoman Berøa í Runavík skal byggja nýggjan sal, og at hin gamli salurin nú fer í søguna. Tað er við sorgblídni vit hoyra tað, tí núverandi salurin upprunaliga er gamla Ebenezer í Havn, sum var andaliga heimið hjá mær og mongum øðrum í mínum ættarliði. Salurin var bygdur í 1905, meðan skotski trúboðarin, William G. Sloan, framvegis var á lívi. Í 1963...

Kavaódnin um aldarskiftið 1978/79

  Tað hevur verið meiri friðarligt nú um árskifti 2017/18. Nakað av vindi og regni, og viðhvørt eitt sindur av frosti. Men soleiðis hevur ikki altíð verið um nýggjársleitið . Nøkur okkara minnast aftur á eina ógvisliga kavaódn um ársskifti 1978/79. TV2 skrivaði soleiðis mong ár aftaná soleiðis: Snestormen, der ramte Danmark omkring nytåret 1978/79 er gået over i historien som århundredets snestorm. Det var...