1865 – eitt serstakt ár
Tað eru 155 ár liðin í ár, síðani William Booth saman við konuni Catherine Booth fór undir at arbeiða millum heimleys fólk á eystursíðuni av London. Hetta var í 1865. William Booth var ein íðin evangelistur, ið brendi eftir at røkka út til teirra, sum eingin kirkja ella samkoma náddi út til. Hann vildi møta teimum neyðstøddu við gleðiboðskapinum, júst har tey vóru stødd. Hetta...