Fyrsta kórið í Kristnastovu
Andaligi sangurin hevur frá fyrsta degi havt sítt stóra pláss á møtum og samkomum í Kristnastovu. Lovsangur og felagssangur hevur ljóðað, men eisini framførdir sangir, solosangir og sangir, sungnir av smærri bólkum. Ja, eisini sangkór hava verið at hoyrt av og á. Í 1983 var fyrsta royndin gjørd, tá eitt kór fór undir at venja og varð stjórnað av Ólavi Jøkladal, ið tá var í...