Category: HUGLEIÐING

Minni úr Kikhavn

Mong eru minnini frá Kikhavn, hesi friðarligu og hugnaligu bygdini við Kattegat, sum liggur uttan fyri Hundested. Tað var okkara Zarepta í mong ár. Har vóru góðar og gevandi legur. Børnini spældu og hugnaðu sær, og serstakar løtur vóru eisini fyri børnini. Har vóru bíbliutímar, ítróttur og spøl, vitnisburðir og sangir. Túrar vórðu gjørdir fram við strondini.  Felagsmyndin her er tikin frá fyrstu Kikhavnleguni, ið...

Framtíðarvón okkara

Tey fyrstu kristnu heilsaðu hvørjum øðrum við orðunum “Marana`ta”, sum merkir “Harrin kemur”. Latið okkum í navni Jesusar fara inn í ár 2000 við einum Marana ta í hjørtum okkara.” Soleiðis skrivaðu vit um aldarskiftið í oddagreinini í Boðberanum, sum kom út í desember 1999, beint áðrenn farið varð inn í nýggju øldina. Hesi orð eru væl ikki minni viðkomandi, nú ið vit skriva 2024.

Jól á Oxford Allé í 1973

MINNI OG MYNDIR frá jólunum fyri 50 árum síðani.  Eftir at byrjað varð  við verkinum í Kristnastovu í september 1973, og tað leið móti jólum,  hildu vit tað vera gott at hava eina hugnasamkomu á Oxford Allé 1. Jóladag fyri teimum, sum ikki fóru heim til jóla.Dýrt var at ferðast til Føroya í sjeytiárunum, flogførini vóru minni, og ferðirnar munandi færri enn í dag. Ofta...

Føddur er konga kongur

Tað var ein gleði at vera saman við Ebenezerkórinum, tá kórið var í Ísrael á vári 2011. Eitt av støðunum, har kórið vitjaði, var Betlehem. Her varð m.a. steðga við eitt stað við útsýni út á nakrar eingir uttan fyri býin. Myndin her er tikin, meðan kórið syngur “Kvirra um fjøll og fløtur.” Søguna um komu frelsarans høvdu vit hoyrt heimanífrá. Boðskapurin um Jesus og...

Søgulig mynd av trúboðarum

Hesa mynd tók eg á páskastevnu á Zarepta umleið 1968-69. Her sæst ein aldrandi tænari Harrans, Andrew Sloan, sonur William G. Sloan, trúboðara, saman við Óla á Grømma Jacobsen, ið var farin út í tænastu nakað frammanundan – síðani tveir heimatrúðboðarar, Zacharias Zachariassen og Brynleif Hansen. Uttast til høgru sæst Jonna Sivertsen, ið stutt aftaná flutti saman við manni sínum, Hans, til Grønlands at virka...

Kvinnurfundurin í 1982

Eg haldi hesa myndina frá 1982 vera áhugaverda. Hon er tikin í urtagarðinum í Kristnastovu ein summardag í 1982. Henda dagin var ein samkoma fyri kvinnur, og tiltakið savnaði eldri og yngri kvinnur saman hendan dagin. Her síggjast eldri kvinnur, sum hava búð í Keypmannahavn í eitt longri tíðarskeið – ivaleyst hava fleiri teirra verið her undir krígsárunum. Nakrar teirra savnaðust vanliga í donsku samkomuni...

Tá ið Sloan rópti grindaboð

Tá ið eg fari inn á Ríkissjúkrahúsið at vitja, komi eg ofta fram við standmyndini av Niels R. Finsen, har kendi læknin situr hugsanarsamur og grundar. Niels R. Finsen livdi í tíðarskeiðinum 1860 til 1904 og var amtmanssonur. Mamman var úr Danmark og pápin úr Íslandi.Finsen fekk nobelheiðursløn í 1903 fyri at vera ein undangongumaður innan nýskapandi ljósviðgerðir, sum vóru mongum til góða hjálp, sum...

Íslandsferðin í 1963

Á hásumri í 1963 stevndi eitt ungdómskór í Ebenezer til Íslands at syngja fyri íslendingum. Kórið hevði sín uppruna í Bíbliuklassanum í Ebenezer og fekk heitið, Sangvitnisflokkurin, sum á íslendskum var umsett til “søngvottasveitin.” Vit fóru við DFDS-skipinum Dronning Alexandrine til Reykjavíkar fyri at syngja á ymsum samkomum, bæði í Reykjavík, Akureyri og aðrastaðni við. Ferðaleiðari var Petur Háberg, røðari (umframt Petur) var Zacharias Zachariassen,...

Varðin gjørdist merkið

Sigrun Gunnarsdóttir av Eiði var millum tey fyrstu, sum savnaðust í Kristnastovu, eftir at byrjað var á Oxford Allé í 1973. Sigrun fekk listarliga útbúgving í Keypmannhavn og var samstundis ein góður stuðul í verkinum tey ár, hon var í Danmark. Í 1974 gjørdi hon ein málning av einum varða, sum hon gav okkum í Kristnastovu. Hann kom at hanga í samkomuhølinum á Oxford Allé....

Ein sangbróðir fyllir áttati

Í 1959 kom ein myrkhærdur unglingi av Sandi til Havnar. Hann fór at arbeiða hjá Peturi í Gong, har hann lærdi til húsasmið. Hann varð andaliga vaktur og fór at ganga á møti í Ebenezer. Hann tók eina andaliga støðu og fór at savnast við øðrum ungum í samkomuni. Hann var sera musikalskur og spældi bæði harmoniku og urgu, og tað kom bæði verkinum millum...