Category: HUGLEIÐING

Tankavekjandi yrkingin um mánan

Fimti fimm ár eru liðin, síðani lendingina á mánananum 20. juli 1969. Í hesum sambandi havi eg hug at taka eina yrking fram, ið var gjørd í kjalarvatninum av lending amerikumanna á mánanum. Talan er um yrkingina hjá Brynleif Hansen, har hann setti hendingina í eitt andaligt perspektiv. Hetta megnaði hann at gera á livandi hátt – bæði við álvara og ikki sørt við humori...

Samfelagsmøti – tá og nú

Í hesum døgum vera samfelagsmøti hildin í Havn hjá samkomuni í Ebenezer. Seinnu møtini verða hildin í høllini á Hálsi, og í skrivandi stund ber til at hyggja og lurta eftir møtinum gjøgnum stroymingina, sum fer fram  frá evr.fo. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Tí áðrenn tíðina við teldum og interneti var tað telefonin, sum var tekniska loysnin fyri at fáa okkurt møti við....

Sangurin um vinin besta

Nú ið Frelsunarherurin hevur hátíðarhildið tey 100 árini, tey hava virkað í Føroyum, fari eg at leggja greinina innaftur her, sum eg skrivaði einaferð um sangin “Vel vinin besta”. Hesin sangur ljóðaði á norskum á Vaglinum í Havn fyri um 65 árum síðani og varð síðani týddur  til føroyskt.  Eg man hava verið um 17-18 ára gamal, tá eg – sum so mangan áður –...

Tá nýtt lív kom í gomlu Norrønu

Fyrr í ár vóru 20 ár liðin, síðani Smiril Line seldi gomlu Norrønu til OM (Operation Mobilisation). Dagurin, tá yvirtøkan fór fram, var 6. apríl í 2004. Handanin av skipinum fór fram bæði við tíðindafundi og við almennari móttøku úti í Norðhavnini í Keypmannahavn, har umboð frá OM og Smyril Line vóru hjástødd. Henda dagin var rundvísing umborð á skipinum, har fólk frá OM greiddu...

Ein vitnisburður á ólavsøku

Ein áhugaverdur vitnisburður eftir eitt útimøti á Ólavsøku uttan fyri Ebenezer fyri mongum árum síðani. Niels R. Finsen, sum livdi í tíðarskeiðinum  1860 – 1904, var amtmannsonur og vaks upp í Føroyum. Hann var mettur sum ein stórur slóðbrótari innan heilsuvísind, sum hann eisini fekk nobelheiðursløn fyri, tí hann rakti við ta leking, sjúklingar kunnu fáa gjøgnum ljósviðgerðir. Men tað var nú ikki hann, vit...

Oxford 3A - við navnaskelti og føroyskum flaggi

Fimti ár síðani keypið av Oxford Allé

Á heysti í fjør markeraðu vit, at fimti ár vóru farin síðani byrjanina av verkinum í Kristnastovu. Men hetta árið – 2024 – er í veruleika eisini eitt runt ár, hóast vit ikki gera nakað serligt burtur úr tí. Tí júst í hesum døgum eru fimti ár liðin, síðani Kristnastova á Oxford Alle 3 A varð keypt. Tá høvdu vit húsast í niðastu hædd í...

Tá Kristnastova fekk heimasíðu

Tað eru júst farin 25 ár, síðani Kristnastova fekk sína fyrstu heimasíðu. Hetta hendi 1. apríl 1999 og var eitt stórt fet inn í eina nýggja tíð. Frammanundan var alt samskifti við føroyingar í Danmark á gamla, siðbundna mátan: gjøgnum telefonsamrøður, brøv og bløð – eitt nú Boðberan, har danska postverkið var ein týðandi viðspælari.Men nú kom fyrsta heimasíðan, sum saman við teldupostum var eitt...

Hondin omanífrá

Einaferð í nítiárunum kom eitt tindasvín (pinnsvín) sær í óføri við eitt kjallaravindeyga í Kristnastovu. Tað var fangað av støðuni og megnaði ikki at koma sær burtur. Tað fekk tó umsíðir eina hjálpandi hond og varð sett í frælsi. Men hetta gav eisini íblástur til eina grein, sum stóð á baksíðuni í Boðberanum, og greinin kann síggjast her.

Sangur røkkur inn í sálina

Erla, systir, skrivar á facebook um kórið Sangfuglarnar og síðani um mammu okkara, sum andaðist í 1994, og sangin “Loðsur tú ver mær”: “Rørandi at hoyra demenskórið Sangfuglarnar í “Við Tórði á túri”. Eg upplivdi tey á seniorsamkomu í Lívdini í fjør.Tøkk fái tey, sum brúka kreftir og tíð til at geva minnisveikum hesar upplivingarnar. Upplivingar gjøgnum kendu sangirnar og at sleppa út at syngja...

Hvaðani kom navnið Kristnastova?

Onkur spurdi meg herfyri, hvaðani navnið Kristnastova kom. Hesum kundi eg lættliga greiða viðkomandi frá, tí eg minnist væl, hvussu hetta hevði sína søgu. Kanska tað eisini hevur áhuga fyri onkran annan?Tað var á sumri í 1974, at ognin á Oxford Allé á Amager var keypt til føroyska arbeiðið, ið var byrjað eitt ár frammanundan. Okkurt skuldi hetta nýggja andaliga heimið eita, og sum eg...