Author: ossur

Hent bíbliuhandbók

Nakað fyri jól kom onnur bók út eftir Warren Wiersbe við viðmerkingum til Gamla Testamenti. Fyrsta bókin við heitinum „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti“ kom út í 2019. Hendan nýggja bókin eitur „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – Fyrri partur“ og er – eins og áður útkomna bók – týdd av Páll á Lakjuni. Her eru stuttir, fyndarríkar og leiðbeinandi viðmerkingar til...

Tá eg við krossin syndatyngdur stóð

Sangurin, sum byrjar við  yvirskriftini omanfyri, stóð í tí gomlu sangbókini “Salmer og sange”, sum samkoman í Thorsgade 40 á Nørrebro plagdi at nýta. Hesin stutti sangur plagdi viðhvørt at vera sungin á møtum í donsku samkomuni og hevur ein tekst við einum persónligum vitnisburði.  Sangurin tóktist mær vakur og inniligur – bæði í lagi og boðskapi – og tí royndi eg at umseta hann...

Aftur á Oxford Allé

Nú ið tað seinni í ár verða fimti ár, síðani vit fóru undir eitt evangeliskt verk millum føroyingar á Amager, fekk eg hug at steðga á á okkara gomlu adressu og taka onkrar myndir. Hetta var á Oxford Allé, sum ikki er langt frá Birmavej – umleið hálvan annan kilometur haðani. Har búleikaðust vit í nærum seks ár. Sæð uttanífrá er tó ikki nógv broytt....

Jesus, tú umbroytir meg

Enska sangkvinnan, Marilyn Baker, ið er fødd í 1950, hevur verið blind, síðani hon var barn. Hon hevur arbeitt ein part av lívi sínum  sum tónleikalærari, men seinastu árini hava verið vígd til tænastu Harrans – serliga innan sang. Marilyn skrivar tekstir og løg til teir sangir, hon syngur. Hon hevur ferðast bæði í Onglandi og øðrum londum við sangi sínum.  Sangurin “Jesus, you are changing me” – sum...

Ebenezerkórið vitjar á hvítusunnu

Tað var ætlanin hjá Ebenezerkórinum at koma at vitja her í Danmark tíðliga á sumri 2022. Hetta var tó av ongum, tí eftir koronusteðg var kórið ikki reiðiliga komið fyri seg, so avgjørt varð at útseta ferðina. Men nú er sett út í kortið av nýggjum, tí um Gud vil vitjar kórið um Hvítusunnuna.Tey koma 25. juni, og ætlanin er at syngja á fleiri støðum...

Bert ein dag í senn

Sum farið er inn í árið 2023 við tess 365 døgum, og vit ynskja hvørjum øðrum eitt gott nýggjár, er gott at minnast, at vit øll fáa bert ein dag í senn í hesum nýggja, ókenda ári. Vit hava helst fingið okkara 2023-kalendarar og skulu nú at føra tað inn, sum vit skulu minnast av føðingardøgum og øðrum merkisdøgum. Yngra ættarliðið nýtir ivaleyst teirra digitalu...

Nøkur orð um pápa okkara

Í samband við føðingardagin hjá pápa okkara, Sigurd Berghamar, beint fyri jól, skrivaði Erla hesa hugleiðing á facebookvanga sínum: 112 ár liðin, síðan babba varð føddur 22. desember 1910 í Konradsbrekku í Havn. Brekkan varð nevnd eftir abba hansara í móðurlegg, Conrad Nicolaisen, sum var tann fyrsti, ið bygdi heilt har úti, tá ið Havnin var lítið meir enn á Reyni, í Gongini og har...

Vón okkara um jóltíðir 2022

Nú eru fáar dagar til jóla, og stórt tal av yngri útisetum eru farnir heim til Føroya at halda jól. Møtini seinasta mánaðan hava verið merkt av tí góða boðskapi, sum eru knýtt til jólini: at Jesus, Frelsari heimins, varð føddur inn í hendan heim fyri um 2000 árum síðani. Hann kom fyri at taka burt syndir okkara og seta okkum í frælsi. Orðið hevur...

Jólaløta við seniorunum

Í mong ár hevur verið siður hjá okkum í Kristnastovu at savna tey, sum eru komin upp árini, til ein góðan bita við føroyskum viðskera, syngja jólasangir og luta nakrar tankar eisini frá orði Guds. Í koronatíðina var hetta ikki gjørligt, men nú er alt við tað gamla, og mikudagin 7. desember høvdu vit ta árligu seniorsamkomuna fram móti jólum. Og enn einaferð fingu vit...

Av hjarta Honum takki eg

Sangurin “My heart is filled with thankfulness” er skrivaður av Keith Ketty og Stuart Townend, sum hava givið okkum aðrar góðar sangir, ið eru týddir til føroyskt – eitt nú “Tað finst ein vón” og “Á Kristus bert”. Hesin sangurin er ein lovsangur til Harran fyri frelsuverk Hansara, fyri  kærleika, kraft og verju á trúarleiðini – og ein halgan til Hansara, sum er Harri og...