Betlehem, Jerusalem – og vit
Tey føroysku jólabløðini, sum komu út í 50unum og 60unum, tá undirritaði var á yngri árum, plagdu at seta sín dám á jólamánaðan. Har vóru søgur, hugleiðingar, yrkingar, ofta kryddaðar við hugnaligum tekningum av føroyskum listarfólkum. Hetta var sjálvandi ein onnur tíð við ongum sjónvarpi og fáum útvarpssendingum. Eitt av bløðunum var Jólastjørnan, ið Petur Háberg ritstjórnaði, sum vit annars kendu mest sum talara í...