Author: ossur

Trygdin í Kristusi

“Seyður mín hoyrir rødd mína, Eg kenni Hann og hann fylgir Mær. Og Eg gevi honum ævigt lív. Hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni”. Johs. 10. 27-28.Ein eldri maður í Føroyum, sum eg kendi væl, tosaði einaferð við ein yngri, trúgvandi mann um hetta, at kenna seg tryggan í hondum Guds og ikki vera í vanda...

Hvaðani kom navnið Kristnastova?

Onkur spurdi meg herfyri, hvaðani navnið Kristnastova kom. Hesum kundi eg lættliga greiða viðkomandi frá, tí eg minnist væl, hvussu hetta hevði sína søgu. Kanska tað eisini hevur áhuga fyri onkran annan?Tað var á sumri í 1974, at ognin á Oxford Allé á Amager var keypt til føroyska arbeiðið, ið var byrjað eitt ár frammanundan. Okkurt skuldi hetta nýggja andaliga heimið eita, og sum eg...

Lær meg tín veg

“Teach me Thy Way, oh Lord” eitur hann á upprunamálinum og er skrivaður út frá tekstinum í Sálmi 27,11: “Lær meg veg tín, HARRI”. Orð og lag til henda einfalda, inniliga sangin eru skrivað av bretanum, Benjamin Mansell Ramsey, sum livdi í tíðarskeiðinum 1849 – 1923.  Sangurin varð týddur til føroyskt fyri nøkrum árum síðani – nakað frítt tó – og hann er nr. 892...

Minni úr Kikhavn

Mong eru minnini frá Kikhavn, hesi friðarligu og hugnaligu bygdini við Kattegat, sum liggur uttan fyri Hundested. Tað var okkara Zarepta í mong ár. Har vóru góðar og gevandi legur. Børnini spældu og hugnaðu sær, og serstakar løtur vóru eisini fyri børnini. Har vóru bíbliutímar, ítróttur og spøl, vitnisburðir og sangir. Túrar vórðu gjørdir fram við strondini.  Felagsmyndin her er tikin frá fyrstu Kikhavnleguni, ið...

Framtíðarvón okkara

Tey fyrstu kristnu heilsaðu hvørjum øðrum við orðunum “Marana`ta”, sum merkir “Harrin kemur”. Latið okkum í navni Jesusar fara inn í ár 2000 við einum Marana ta í hjørtum okkara.” Soleiðis skrivaðu vit um aldarskiftið í oddagreinini í Boðberanum, sum kom út í desember 1999, beint áðrenn farið varð inn í nýggju øldina. Hesi orð eru væl ikki minni viðkomandi, nú ið vit skriva 2024.

Nýggj hvønn ein morgun

Millum teir lovsangir, vit syngja í Kristnastovu, er hesin ein av teimum afturvendandi. Hetta er ein stuttur sangur við einum versi, sum umtalar náði og trúfesti Harrans. Hann var eisini sungin nýggjársaftans morgun, tá vit nakrar tímar eftir skuldu fara inn í nýggja árið 2024: Óbroytiligur er kærleiki Harrans. Hans náði aldri burt takast kann, hon er nýggj hvønn ein morgun, nýggj hvønn ein morgun,...

At koma heimaftur

Um jóltíðir ferðast ungir føroyingar í hópatali heim til Føroya at vera saman við foreldrum og systkjum. Vit vilja helst vera saman við “okkara” um høgtíðina − hava okkara kæru rundan um okkum. Hetta liggur djúpt í okkum øllum.Boðskapurin, sum knýtir seg til jólini, er ein vøkur og undurfull søga, um hvat Gud gjørdi, fyri at menniskja skuldi koma heimaftur. Harranum okkara longdist eftir at...

Løta fyri seniorunum

Mikudagin 6. desember var seniorsamkoma í Kristnastovu. Hóast veðurlíkindini vóru ikki tey bestu, var ein fittur flokkur av útisetum komin saman, harav tey flestu eru fast búgvandi í Danmark. Hesa hugnaløtu nakað fyri jól hava vit havt í mong ár.Millum teirra, sum vóru tilsteðar, vóru Else og Poul Johan Djurhuus, sum vóru fyristøðufólk í Kristnastovu tíðliga í 90unum. Tey luttóku eisini á samkomuni og greiddu...

Jól á Oxford Allé í 1973

MINNI OG MYNDIR frá jólunum fyri 50 árum síðani.  Eftir at byrjað varð  við verkinum í Kristnastovu í september 1973, og tað leið móti jólum,  hildu vit tað vera gott at hava eina hugnasamkomu á Oxford Allé 1. Jóladag fyri teimum, sum ikki fóru heim til jóla.Dýrt var at ferðast til Føroya í sjeytiárunum, flogførini vóru minni, og ferðirnar munandi færri enn í dag. Ofta...

Føddur er konga kongur

Tað var ein gleði at vera saman við Ebenezerkórinum, tá kórið var í Ísrael á vári 2011. Eitt av støðunum, har kórið vitjaði, var Betlehem. Her varð m.a. steðga við eitt stað við útsýni út á nakrar eingir uttan fyri býin. Myndin her er tikin, meðan kórið syngur “Kvirra um fjøll og fløtur.” Søguna um komu frelsarans høvdu vit hoyrt heimanífrá. Boðskapurin um Jesus og...