Author: ossur

Hann gongur undan

Jesus talar í  Jóhs, kap. 10 um hin góða hirðan og sigur í ø. 4: “Táið hann so hevur leitt út allan seyð sín, gongur hann undan honum; og seyðurin fylgir honum, tí hann kennir rødd hansara.” Ein mynd av Jesusi sjálvum og tryggu leiðslu Hansara av øllum teimum, ið hoyra til rødd hansara og fylgja Honum. Sangurin “Hann gongur undan” er skrivaður umleið 1965...

Hann livir í dag (Hin morgun)

Hann livir í dag (Hin morgun)

Orð og lag: ØB.          Nótar/ljóðfílur niðast Hin morgun, tá sólin úr eystri skein, úr grøvini myrku Guds Sonur trein, Burtur fíggindan rak, deyðin misti sítt tak og kundi ei gera mein.    Tí at Jesus, hann livir í dag,    syngið tí fagnaðarlag!    Jesus, vár frelsari,    Hann doyði men livir í dag. Tá vinir hans savnaðust bivandi, við friði hann kom, og teir...

Upp móti himli

Upp móti himli

Upp móti himli leitar mín andi, upp til mín faðir, sum kennir mín veg. Tí at i hesum skugganna landi ofta eg fremmandan kenna kann meg. Gleðast eg kann í frelsara mínum. Mangan tó undrist á hansara leið, Hjarta kann nøtra, óttast í stríðnum, men eitt eg veit, at hann sleppir mær ei. Heimurin kann hin kristna ei fata, trilvandi fram ganga kvinnur og menn....

Endurloyst og glað

Frá 1989 til 1992 fekk eg høvi til at vera við til nøkur bíbliuskeið fyri yngri fólk í Føroyum. Fyrstu skeiðini vóru hildin í samkomuni Nazaret í Kaldbak og tað seinasta í 1992 á Zarepta, sum tá kom at vara í 3 mánaðar. Á hesum skeiðum vóru fleiri ungfólk í besta blóma, og tað er við teimum í huga, at hesin sangur varð til. Helst...

Hann vil fáa meg í tal.

Øll bíblian er ein vitnisburður um, at Gud, skapari og frelsari okkara, kallar á menniskjað og vil fá tað í tal. Tá ið Adam og Eva høvdu syndað í Edens urtagarði, kom Harrin, tá ið dagurin var svalur, og rópti á Adam: “Hvar ert tú”. Hann kallaði á dreingin Sámuel á náttartíð, tá hann lá og svav í halgidóminum, inntil hann svaraði “tala – tænari...

Alveldis Gud

Alveldis Gud

                                                                                                  Orð/lag ØB.  Sangurin var skrivaður umleið 1991-92.       NÓTAR HER Alveldis Gud, við tínum Orði alt varð...

Tignarligir tónar til Silfverberg

Tignarligir tónar til Silfverberg

Leygarmorgunin 30. novembur fór kendi tónasmiðurin og sangleiðarin, Erik Silfverberg, til gravar frá hølum frelsunarhersins í Valby. Hetta var ein hugtakandi farvælsamkoma fyri einum oddamanni frelsunarhersins innan sang- og tónleik í Skandinaviu. Orkestrið, sum hann hevði verið leiðari á í mong ár, spældi yndisligar tónar og hevði eisini hevði fingið hjálp frá “Templet,” ið liggur inni á Frederiksberg Allé. Fleiri av sangunum og stykkjunum, ið...

Ein savnandi miðstøð í 40 ár

Nakrar hugleiðingar um søguna hjá Kristnastovu og ymisku uppgávurnar, ið hava verið tengdar at hesum húsi. Grein í Leirkerinum í  2013, tá 40 ár vóru liðin, síðani byrjað varð við verkinum. Tað var eitt fríggjakvøld í september í 1973, at nakrir ungir útisetar settu kós móti Oxford Alle á Amager. Nakrir teirra komu súklandi, aðrir við bussi og onkur koyrandi í bili. Hetta vóru fyri...

Harrin hevur verið góður

Harrin hevur verið góður

 Orð/lag ØB                                   NÓTAR Vit í hjørtum várum fegnast um tað verkið, ið her er framt, sáðið, sum í trúgv er sáað ár um ár. Harrans rødd her hevur ljóðað, kærleiksfult og álvarsamt, søgan søgd er, sum kann grøða syndasár. Harrin hevur verið góður og Hann signaði Orðið, sum...

Sterk var tann hond

Sterk var tann hond

               Orð/lag: ØB  Bakgrund niðast.  NÓTAR – HER Sterk var tann hond, sum upp meg lyfti út úr tí díki, eg var í. Stórur tann frelsari, meg hitti, hann gav mær lív, Hans er æran alla tíð. Um dimmi legst á mínar leiðir, og ivi hóttir mína trúgv, gott er at vita tá: Jesus mær stendur hjá, og til Himmalin...