Author: ossur

Eitt samfelt takkarlag

Eitt samfelt takkarlag

Eitt samfelt takkarlag ljóma til Harran skal her í dag. Hann, sum so okkum elskar, er okkum alt. Vár tøkk er innilig fyri tín kærleika, lív og frið, Jesus, av hjørtum, varrum við, vár tøkk tú fáa skalt. :,: Nú syngið fagnaðarsong, fagnaðarsong, Harrans fólk í dag. Lat hoyrast lov og tøkk til vár Kong . :,: Orð/lag: Patricia Morgan & Dave Bankhead. Týtt: ØB...

At leypa og at renna

At leypa og at renna

Barnasangur, skrivaður í 1970/71.  NÓTAR HER At leypa og at renna,at spæla frítt og flenna,um tún og teig við javnaldrum hvønn dag,so stuttligt tað kann veraog lætt mítt hjarta gera,eg syngi hart og frítt í góðum lag.Men størst av øllum var tað,at Jesus fekk mítt hjarta,Hann frelsti meg og gjørdi meg til sín.Og nú á hvørjum degieg syngja kann við gleðium Jesus, sum er besti...

Í fótasporum Zachariasar

Í fótasporum Zachariasar

Í hesum døgum er nýggj bók útkomin frá Leirkerinum við navninum “Fótaspor”. Bókin er eitt savn av oddagreinum hjá Zacharias Zachariassen, sum hava staðið í kristiligu tíðaritunum “Røddin” og “Leirkerið. Tær eru tilsamans 146 styttri greinar. Zacharias er júst farin um áttati árini. Hann hevur virkað innan Brøðrasamkomuna í yvir 50 ár  og er kendur fyri sín bíbliukunnleika og frálæru í bíbilskum evnum. Men hóast árini nú...

Heystlega einaferð enn

Heystlega einaferð enn

Vikuskiftið 15-18. september var árliga heystlegan hildin á Nordsjællands Efterskole. Enn einaferð savnaðist ein stórur flokkur av útisetum – tey flestu lesandi – til andaligan felagsskap rundan um Orð Guds. Klæmint Eliasen, sum vit kenna frá hansara útisetatíð í nítiárunum, helt nakrar sera  áhugaverdar og gevandi bíbliutímar út frá fjallaprædikuni. Harumframt vóru aðrar løtur við andaligum innihaldi, sangi og samveru bæði inni og úti. Og...

Millum vinir við Miðalhavið

Millum vinir við Miðalhavið

   Tá ið ein ferðast í fremmandum landi, er tað ein serstøk gleði finna onnur trúgvandi, sum koma saman fyri at tilbiðja Harran. Soleiðis var eisini, tá vit vóru á ferð í Suðurspania og funnu fram til “Skandinaviska turistkyrkan” í Fuengirola, har fólk úr Norðurlondum hava eina evangeliska samkomu – og eftir øllum at døma ein  livandi felagsskap. Tey allarflestu veteranar – fólk í eldri endanum av...

Ein dagur á Gibraltar

Ein dagur á Gibraltar

Leygardagin 3. oktober vóru Susan og eg á Susan á Gibraltar, sum liggur á Suðurendanum av Spania – við útsýni til Norðurafrika. Hetta var ein útferð av spanska býnum, Fuengirola, har vit ferðaðust í eina viku. Gibraltar, sum framvegis er undir enskum flaggi, verður ofta kallað “the Rock”, tí tað er nærmast sum ein stórur klettur. Tað fyllir einans 6,7 kvadratmetrar, og tó búgva um 30.000 íbúgvar á...

Føroyska summarið

Føroyska summarið

    Fólk heima hava suffað um, at summarið ikki gjørdist nakað serligt í Føroyum í ár. Og tí var tað ein sonn uppliving at koma til Føroya 17. september, tá ið sólin skein bæði oman og niðan. Niðri í Vágsbotni sótu fólk hendan dagin í hópatali og hugnaðu sær við kaffikoppum og Colakrússum – so tað tóktist næstan suðurlendskt. Og aðrir góðir dagar komu í...

Meðan alt so vakurt blómar

Hesin talandi “vársangur”, yrktur av svianum Carl Broberg, varð ein av fyrstu sangunum eg umsetti. Hetta hevur verið umleið 1958-59. Minnist, at hann varð  settur í blaðið Sunnudagsskúlin, sum kom út í mong ár í Føroyum. Sangurin, sum hevur ein álvarsaman evangeliskan boðskap, hevur gjøgnum ikki verið sungin alment í Føroyum. Men so hendi tað fyri nøkrum árum síðani, at Eyðun Jacobsen kom fram á tekstin...

Slóðbrótararnir frá 1865

Slóðbrótararnir frá 1865

                                                                    William Sloan                                  William Booth Henda grein stóð m.a. í Sosialinum beint fyri Ólavsøku 2015: Í ár eru 150 ár liðin, síðani William Booth fór undir evangeliska og sosiala arbeiðið innan Frelsunarherin í London. Tað eru eisini 150 ár, síðani ein annar evangelistur fór undir lívsverk sítt, nevniliga skotin William G. Sloan, sum kom til Føroya. Báðir byrjaðu verkið í 1865, stutt eftir...

Ein Orðsins mynduleiki er farin

Ein Orðsins mynduleiki er farin

Hósdagin 2. juli andaðist Rodmundur í Liða, lækni og prædikumaður, 83 ára gamal, aftaná stutta sjúkralegu. Hann hevði verið væl fyri heilt stutt frammanundan – ja, hevði orðið á møtinum í Ebenezer sunnumorgunin 21 juni, har hann talaði um dýrd Harrans. Og tá var hann nógv nærri dýrdini, enn nakar grunaði. Rodmundur var ein góður vinur av Kristnastovu og var við í avgerðini, tá ið...