Sjeyti fimm
Eg minnist sjálvandi ikki føðingardag mín 13 februar 1942, tá eg sá dagsins ljós við Tinghúsvegnum í Havn. Barnaheim mítt var tó ikki har, men úti við Lítluvík, Orsøkin til at mamma átti meg hjá góðum vinum uppi á Tinghúsvegnum hendan fríggjadagin, var tann, at rokaligt var niðri við Lítluvík, tí at havnarlagið var nógv merkt av ensku hermonnunum. Hesi mongu ár síðani tá hevur...