Vinkonur frá ungum árum
Nærum hvørja ferð, tá ið tað er eldrasamkoma í Kristnastovu, sært tú tvær kvinnur millum “seniorarnar”, sum gjarna sita saman. Tær eru Mona Nielsen, av Toftum, sum er skyldkona mín, og Fía Wichmann av Glyvrum. Báðar hava búð í Danmark síðani tær vóru ungar. Tær arbeiddu báðar sum telefondamur á telefonstøðini í Havn og komu nakað eftir krígslok niður til Keypmannahavnar, tí tær høvdu...