Okkara Arnvør er farin
Tung vóru boðini heimanífrá, tá vit frættu, at Arnvør ikki longur var okkara millum. Hon andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 12. februar. Í mong ár búðu Arnvør, Rói og børnini á Amager og vóru ein partur av samkomuni í Kristnastovu. Arnvør var eitt livandi menniskja við ljósum lyndi, sum ikki kundi annað enn hava góða ávirkan á tey, sum komu í samband við hana. Hon var...