Sloans hús fyri 26 árum síðani
Eg kom fram á hesa grein í samkomublaðnum hjá Ebenezer. Hon er skrivað í 1992, tá vit vóru heima í farloyvi og høvdu ábyrgd av at hava húsini opin tveir seinnapartar um vikuna. Húsið hevur ikki verið regluliga opin í nýggjari tíð, hóast ymisk góð tiltøk hava verið í húsinum. Men seinnu árini er eitt savn av eldri, forvitnisligum lutum komin undan kavi, sum geva...