Hin fyrsta bíblian
Leygardagin, hin 16. mars varð okkara barnabarn, lítla Lydia, 2 ár. Millum tær mongu gávurnar, hon skuldi pakka upp, var ein barnabíblia, sum eitur “Alle børns bibel”. Enn er Lydia ov lítil at lesa søgurnar, men hon kann hyggja eftir myndunum og fáa onkrar einfaldar søgur fortaldar av teim vaksnu, eins og vit fingu, tá vit vóru børn. Bíblian minnir okkum eisini aftur og aftur...