Jesus eina
“Tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus eina”. – Matt. 17,8. Flest øll trúgvandi munnu hava havt onkrar hæddarløtur í andaliga lívinum. Løtur, sum gjørdust serstakar, tí Harrin talaði til hjørtu okkara. Vit vóru kanska saman við øðrum, ið gingu somu leið sum vit. Vit sungu sangir um Harran, hoyrdu Orðið talað og vitnisburðir, sum lívgaðu hjørtu okkara. Vit upplivdu tað sum...