Author: ossur

Tá eitt heim gerst øskukalt

Í dag, sunnudag 22. desember, vildi pápi mín, Sigurd Berghamar verið 114 ár, um hann hevði livað. Hann andaðist á Handarastovu á Lágargarði 21. juli 2003, 92 ára gamal. Mamma, sum eisini hevði verið eina tíð á somu deild á Lágargarði, andaðist 14. desember 1994, 77 ára gomul. Eftir at okkara kæri faðir var fluttur yvir á Lágargarð, skrivaði eg hesa greinina í blaðið BOÐBERIN, sum...

Ljós birtist í deyðaskuggans landi

Kendu profetisku orðini hjá Esaiasi profeti kap. 9 um komu Messiasar verða ár eftir ár upplisin í samkomum og kirkjum í adventstíðini, meðan jólini nærkast. Sálmurin hjá Victor Danielsen „Í deyðaskuggans landi‟ tekur sítt útgangsstøðið júst í hesum kapitli, har tað í v. 6 verður profeterað: “Fólkið sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós; tey sum sita í landi deyðaskuggans, yvir tey skal ljósið...

Sólarris um heimsins lond

Bretsku sangsmiðirnir Keith Getty og Stuart Townend hava skrivað fleiri av teim nýggjari sangunum, sum samkomur syngja kring heimin í dag. Fleiri av sangum teirra eru umsettir til føroyskt, teirra millum eru. „Í Kristusi mín vón er bygd‟ og „Myrkur, kvøl og háð‟. Sangirnir hjá Getty og Townend hava eitt týðuligt bíbilskt grundstøði og eru rættiliga evangeliskir í innihaldi. Sangurin niðanfyri eitur á enskum „Joy...

Ragnar frændi fyllir 80

Týsdagin 10. desember fyllir Ragnar C. Joensen 80 ár. Ragnar er havnarmaður, vaksin upp í vesturbýnum, og vit eru systkinabørn í faðirætt. Vit vóru næstu grannar uppi í Dalatúni, og tí vóru vit nógv saman á dreingjaárum, hóast trý ár vóru okkara millum. Hetta førdi til vinalag og samband, sum hevur vart til dagin í dag.Pápar okkara, Sigurd og Conrad, vóru góðir brøður. Teir arbeiddu...

Tankavekjandi yrkingin um mánan

Fimti fimm ár eru liðin, síðani lendingina á mánananum 20. juli 1969. Í hesum sambandi havi eg hug at taka eina yrking fram, ið var gjørd í kjalarvatninum av lending amerikumanna á mánanum. Talan er um yrkingina hjá Brynleif Hansen, har hann setti hendingina í eitt andaligt perspektiv. Hetta megnaði hann at gera á livandi hátt – bæði við álvara og ikki sørt við humori...

Samfelagsmøti – tá og nú

Í hesum døgum vera samfelagsmøti hildin í Havn hjá samkomuni í Ebenezer. Seinnu møtini verða hildin í høllini á Hálsi, og í skrivandi stund ber til at hyggja og lurta eftir møtinum gjøgnum stroymingina, sum fer fram  frá evr.fo. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Tí áðrenn tíðina við teldum og interneti var tað telefonin, sum var tekniska loysnin fyri at fáa okkurt møti við....

Er várt lív eitt ljós

Havið brennandi kærleika hvør til annan av reinum hjarta, sigur Pætur ápostul í fyrra brævi sínum (kap. 1 v. 22). Tað er evnið í stutta sanginum „Er várt lív eitt ljós‟, hvørs orð og lag vórðu skrivað til ein sangleik á einari legu í Kikhavn – uttan fyri Hundested – ið varð hildin í  90unum, tá nógv fólk vóru niðri í Danmark. Leikurin snúði seg...

Sangurin um vinin besta

Nú ið Frelsunarherurin hevur hátíðarhildið tey 100 árini, tey hava virkað í Føroyum, fari eg at leggja greinina innaftur her, sum eg skrivaði einaferð um sangin „Vel vinin besta‟. Hesin sangur ljóðaði á norskum á Vaglinum í Havn fyri um 65 árum síðani og varð síðani týddur  til føroyskt.  Eg man hava verið um 17-18 ára gamal, tá eg – sum so mangan áður –...

Tá nýtt lív kom í gomlu Norrønu

Fyrr í ár vóru 20 ár liðin, síðani Smiril Line seldi gomlu Norrønu til OM (Operation Mobilisation). Dagurin, tá yvirtøkan fór fram, var 6. apríl í 2004. Handanin av skipinum fór fram bæði við tíðindafundi og við almennari móttøku úti í Norðhavnini í Keypmannahavn, har umboð frá OM og Smyril Line vóru hjástødd. Henda dagin var rundvísing umborð á skipinum, har fólk frá OM greiddu...

Við vegamótið

Á í Keypmannahavn er tað gott at kenna kósina, tá vit standa við vegamótið, meðan tey reyðu, gulu og grønu ljósini blunka. Soleiðis eisini á andaligu lívsleiðini – gott at vissa seg um, at kósin er røtt. Tá byrjað varð við verkinum í Kristnastovu, var tað eitt serligt ynski, at tað skuldi vera yngra ættarliðnum til hjálp. At ungir, trúgvandi landsmenn skuldu finna góðan vinskap...