Bók um lív og vitnisburð Jim Elliots
Vit eru enn mong, sum minnast hendingina og søguna um fimm trúboðararnir, sum í 1956 lótu lív, tá ið teir royndu at koma inn til Auca-ættarbólkin í frumskóginum í Ekvador fyri at boða evangeliið um Jesus. Í Føroyum var nakað eftir hendingina greitt frá hesum djørvu, ungu monnum við orðum, myndum og tónum, og tað kundi ikki annað enn grípa hjørtu okkara, sum vóru ung...