Author: ossur

Kall Harrans á ungan mann

Áðrenn eg myndaði teg í móðurlívi, kendi eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði eg teg….Tú skalt fara til øll, ið eg sendi teg til og tala alt, ið áleggi tær at tala.  Jer. 1,5 og 7. Kann Harrin kalla á ein tannáring og geva honum eitt týðandi álitisstarv? Tað tykist søgan um Jeremias profet at siga okkum. Tí menn meina, at...

Knústur fyri meg

Ein stuttur, einfaldur og hjartanemandi sangur plagdi at vera sungin á møtum hjá Operation Josva, sum var eitt evangeliskt verk, ið fór fram tíðliga í sjeytiárunum. Sangurin, ið bert hevði eitt vers, byrjaði við orðunum “knust, knust, knust for mig”.  Danin Flemming Kjær, ið var ein av luttakarunum fyrsta árið, hevði gjørt bæði orð og lag. Orðini í sanginum leiða okkum til kendu profetaorðini um hin...

Brynleif Hansen til minnis

Poul Johan Djurhuus, ið hevur ábyrgd av Kristiligu Tíðindasendingini á sendistøðini r7, hevur skrivað niðanfyri standandi grein um hátíðarhaldið, sum varð hildið 50 ár eftir feigdardagin í 1970, tá átta føroyingar lótu lív í flogvanukkuni í Mikinesi – teirra millum trúboðarin Brynleif Hansen. Vit loyva okkum at endurprenta greinina her. Leygardagin 26. september vóru 50 ár liðin síðani íslendska flogfarið kom illa fyri undir Knúki í...

Legur í Norðursjællandi síðani 1976

Í mong ár hevur Kristnastova skipað fyri legu í heystfrítíðini, men soleiðis verður ikki í ár. Óneyðugt at siga, skyldast hetta koronasóttin, sum framvegis leggur sína køvandi hond á nógv virksemi í landinum. Hetta er spell, tí mangan hava hesar legur verið samansjóðandi, gevandi og signingarríkar. Vinarbond hava verið knýtt, og vit hava lært hvønn annan betri at kenna. Farið varð undir leguarbeiði í 1976, tá...

Louis Nielsen heimkallaður

Mánadagin 22. september bórust boðini, um at Louis Nielsen ikki longur var okkara millum. Hann hevur verið sjúkur í drúgva tíð, og nú var tíðin komin at fara avstað, sum Paulus málber seg. Við burturferð Louis Nielsens hava samkomurnar mist ein gávaðan bíblulærara, sum við mynduleika og nógvari, fjølbroyttari vitan lærdi út frá orði Harrans. Hetta gjørdi hann trúliga, bæði í talu og skrift.  Íðin...

Rúna sjeyti

Henda grein stendur í Sosialinum nú um vikuskiftið í samband við at systir undirritaða nú er er farin um tey 70 árini: Fríggjadagin 18. september fyllir Rúna Berghamar 70 ár. Rúna hevur búð í Havn tað allarmesta av lívstíð síni. Hon er dóttir Tinnu og Sigurd Berghamar og nummar trý av fýra systkjum. Fyrra barnaheim hennara var í Rættará og hitt seinna við Dalavegin. Eftir lokið...

Andakt og samfelag – uttandurað

Nú er eitt hálvt ár, síðani landið varð afturlatið, og tað er jú framvegis bara partvíst latið uppaftur. Eitt nú ber framvegis ikki til hjá okkum at koma á gátt á Sjúklingahotellinum og halda tær andaktir,sum vit annars plaga at hava har annað hvørt týskvøld. Men vit eru fegin um alternativu loysnina, sum vit hava roynt nú í longri tíð: at hava eina andakt á...

Møtið byrjaði við sangi uttanfyri

Sunnudagin 23. august var talið á fólki, sum kom á møti í Kristnastovu, vaksið munandi, nú fleiri lesandi eru komin niðuraftur til Danmarkar. Um vit skuldu syngja saman, skuldi tað helst vera uttanfyri, vegna tey tilmæli, sum eru galdandi hesa tíðina. Tí byrjaði møtið við lovsangi á terassuni og grasvøllinum. Síðani fór restin av møtinum fram innanfyri við breyðbróting, takkargerð og boðskapi. Hetta varð eitt...

1865 – eitt serstakt ár

Tað eru 155 ár liðin í ár, síðani William Booth saman við konuni Catherine Booth fór undir at arbeiða millum heimleys fólk á eystursíðuni av London. Hetta var í 1865.  William Booth var ein íðin evangelistur, ið brendi eftir at røkka út til teirra, sum eingin kirkja ella samkoma náddi út til. Hann vildi møta teimum neyðstøddu við gleðiboðskapinum, júst har tey vóru stødd. Hetta...

Gerandislívið vendir aftur

Komið er út í august mánaða, skúlarnir byrja aftur, og gerandislívið hjá mongum vendir aftur, tó helst nakað broytt hesa tíð við tí óvissu, sum er tengt at koronastøðuni. Eftir eitt summar, sum hevur verið øðrvísi enn tað plagar, var tað tó lívgandi hendan sunnudagin 16. august at síggja nakrar av útisetunum aftur, sum høvdu verið í summarfrí heima í Føroyum. Og sum tað sæst...