Mær birtist í huga
Sunneva Háberg var í mong ár ein berandi sangari í samkomuni í Ebenezer í Havn. Hon hevði eina góða, ljósa sopranrødd, sum skaraði framúr, tá felagssangir vóru sungnir. Haraftrat var hon altíð fús at trína fram og syngja ein sang, tá heitt varð á hana. Sum oftast sat Knút, maður hennara, við klaverið, tá hon sang solo. Hennara sangevni vóru halgað Harranum, og hon hevði...