Krossins boðskapur
Ein eldri kona var einaferð á veg út í Kristnastovu, men hevði trupult við at finna fram til húsið á Birmavej 36 á Amager. ”Men so fekk eg eygað á føroyska flaggið”, segði hon og strálaði sum ein sól. Flaggið var bæði vegvísari og ein fløvandi heilsan. Eg haldi, at øll vit, ið búgva uttan fyri Føroyar, kenna til hesar kenslur: at tað rørir við nakrar...