Author: ossur

Páskaliljurnar

Tað var ein av teimum myrku og stormfullu novemberdøgunum. Eg var til handils í Irma og fekk eyga á ein kassa við páskaliljuleykum til niðursettan prís. Tað var eitt sindur seint á árinum at planta leykir, men tað kann viðhvørt vera eitt sindur ringt at standa ímóti einum góðum tilboði.Eg visti, at teir máttu plantast beinanvegin, so í skýmingini – gird í regnfrakka og gummistylvum...

Tey hugdu upp til Hansara

”Tey hugdu upp til Hansara og lýstu av gleði, og andlit teirra rodnaði aldri av skomm.”  Sálm. 34,6.Sum barn var eg hugtikin av tí skaranum av fólki í uniformi, sum hvørja viku fór marsjerandi oman á Vaglið í Havn fyri at halda útimøti. Óneyðugt at siga var talan um Frelsunarherin. Eg var hugtikin av teirra sangi og hornblástri og eisini teirra vinarligu framferð.Minnist, at eg...

Vaknaður vársins songur

Hendan reglan frá einum av okkara kendu vársangum datt mær í hug eftir morgunmøti í Kristnastovu hendan sunnudagin 20. mars. Møtið var av, og tá fólk høvdu fingið ein drekkamunn, leitaðu nøkur teirra útum í góðveðrinum og hugnaðu sær har í góðum práti.  Várið var á veg, sólin skein fagurliga, og hitin mundi vera um 12 gradir. Enn er plantulívið ikki rættiliga vaknað úr dvala,...

Bøn fyri Ukraina

Nógvar samkomur og kirkjur hava havt serstaka bøn fyri støðuni í Ukraina, sum ørkimlar okkum øll. Soleiðis var eisini hendan mikudagin 10. mars, tá tað var seniormøti í Skovlunde Frikirke. Ljós varð varpað á syrgiligu støðuna í Ukraina, Orð Guds var lutað, myndir vístar og greitt var frá ymiskum, sum hent er hesa tíðina. Áhugavert var eisini at hoyra Nadja, sum er úr Ukraina, greiða...

Ebenezerkórið útsett ferðina

Ferðin hjá Ebenezerkórinum, sum vit áður hava boðað frá, er útsett eitt ár. Hetta harmast vit um, tí vit høvdu glett okkum at fáa vitjan av kenda kórinum.  Koronatíðin hevur havt ta avleiðing, at kórið ikki hevur kunnað vant sum tað plagar, og ivaleyst tekur tað tíð ivaleyst at mennast av nýggjum eftir áhaldandi steðg, hóast kórið hevur nógv roynd fólk. Avgjørt varð tí at útseta...

Takkarheilsan

Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum heilsaðu mær á áttati ára degnum 13. februar. Tað gleddi meg nógv at hoyra frá so mongum, sum vit hava lært at kenna gjøgnum farin ár. Takk fyri fløvandi heilsanir, góð ynski og stimbrandi orð. Harrans signing og frið ynski eg tykkum øllum.     Leggjast kann so aftrat, at Susan og eg fóru út í Kristnastovu á føðingardegnum 13....

Borin á hans herðum

Sangurin “Borin á  hans herðum” talar einfalt um trygdina, vit eiga í Kristusi. Hann  stóð í gomlu, donsku sangbókini “Salmer og Sange”. Samkoman í Thorsgade – seinni Brønshøj – plagdi at nýta hesa sangbók á møtum teirra.  Sangurin er helst týddur einaferð í 80-unum. Borin á hans herðum gjøgnum lívsins stríð, gjøgnum ljósar gøtur, borin alla tíð. Har kann trygt eg hvíla, sálin frøir seg. Hann er...

Krossins boðskapur

Ein eldri kona var einaferð á veg út í Kristnastovu, men hevði trupult við at finna fram til húsið á Birmavej 36 á Amager. ”Men so fekk eg eygað á føroyska flaggið”, segði hon og strálaði sum ein sól. Flaggið var bæði vegvísari og ein fløvandi heilsan. Eg haldi, at øll vit, ið búgva uttan fyri Føroyar, kenna til hesar kenslur: at tað rørir við nakrar...

Míns Faðirs lítli boðberi

Ein kaldan vetrardag fyri mongum árum síðani kom ein lítil fuglur flúgvandi og stoytti ímóti vindeyganum, har skotski truboðarin, William G. Sloan sat. Tað fekk Sloan at minnast, hvør klæddi fuglarnar. Hetta hendi á Viðareiði, har Sloan varð staddur, og so varð yrkingin skrivað, sum kann lesast her á síðuni. Yrkingin varð skrivað á enskum, byrjandi við orðunum “My Fathers little messenger”, men umsett seinni...

Takk fyri frelsuna, Jesus

Leivur Guttesen livdi í tíðarskeiðinum 1929 – 1997.  Hann var sera musikalskur, kundi spæla á fleiri ljóðfør, og hann skrivaði fleiri løg til andaligar sangir. Men hann var lítiðlátin maður og fór stillisliga við tí, sum hann arbeiddi við. Tí var tað gott, at tað umsíðir kom út eitt nótahefti í 2021 við heitinum “Leivur Guttesen  – 48 løg til andaligar sangir.”Sangurin “Takk fyri frelsuna,...