Author: ossur

Er várt lív eitt ljós

Havið brennandi kærleika hvør til annan av reinum hjarta, sigur Pætur ápostul í fyrra brævi sínum (kap. 1 v. 22). Tað er evnið í stutta sanginum “Er várt lív eitt ljós”, hvørs orð og lag vórðu skrivað til ein sangleik á einari legu í Kikhavn – uttan fyri Hundested – ið varð hildin í  90unum, tá nógv fólk vóru niðri í Danmark. Leikurin snúði seg...

Tankavekjandi yrkingin um mánan

Fimti fimm ár eru liðin, síðani lendingina á mánananum 20. juli 1969. Í hesum sambandi havi eg hug at taka eina yrking fram, ið var gjørd í kjalarvatninum av lending amerikumanna á mánanum. Talan er um yrkingina hjá Brynleif Hansen, har hann setti hendingina í eitt andaligt perspektiv. Hetta megnaði hann at gera á livandi hátt – bæði við álvara og ikki sørt við humori...

Samfelagsmøti – tá og nú

Í hesum døgum vera samfelagsmøti hildin í Havn hjá samkomuni í Ebenezer. Seinnu møtini verða hildin í høllini á Hálsi, og í skrivandi stund ber til at hyggja og lurta eftir møtinum gjøgnum stroymingina, sum fer fram  frá evr.fo. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Tí áðrenn tíðina við teldum og interneti var tað telefonin, sum var tekniska loysnin fyri at fáa okkurt møti við....

Sangurin um vinin besta

Nú ið Frelsunarherurin hevur hátíðarhildið tey 100 árini, tey hava virkað í Føroyum, fari eg at leggja greinina innaftur her, sum eg skrivaði einaferð um sangin “Vel vinin besta”. Hesin sangur ljóðaði á norskum á Vaglinum í Havn fyri um 65 árum síðani og varð síðani týddur  til føroyskt.  Eg man hava verið um 17-18 ára gamal, tá eg – sum so mangan áður –...

Tá nýtt lív kom í gomlu Norrønu

Fyrr í ár vóru 20 ár liðin, síðani Smiril Line seldi gomlu Norrønu til OM (Operation Mobilisation). Dagurin, tá yvirtøkan fór fram, var 6. apríl í 2004. Handanin av skipinum fór fram bæði við tíðindafundi og við almennari móttøku úti í Norðhavnini í Keypmannahavn, har umboð frá OM og Smyril Line vóru hjástødd. Henda dagin var rundvísing umborð á skipinum, har fólk frá OM greiddu...

Við vegamótið

Á í Keypmannahavn er tað gott at kenna kósina, tá vit standa við vegamótið, meðan tey reyðu, gulu og grønu ljósini blunka. Soleiðis eisini á andaligu lívsleiðini – gott at vissa seg um, at kósin er røtt. Tá byrjað varð við verkinum í Kristnastovu, var tað eitt serligt ynski, at tað skuldi vera yngra ættarliðnum til hjálp. At ungir, trúgvandi landsmenn skuldu finna góðan vinskap...

Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað

Sangurin “Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað” er skrivaður av ensku Joy Webb, sum var offiserur innan Frelsunarherin. Hon var eisini leiðari av sangbólkinum “The Joystrings”, sum í 60unum gjørdust kendir í Onglandi, har onkur av sangunum enntá kom á hitlistan í bretskum TV, sum var óvanligt. Hesin bólkur náddi út til fólkið við evangeliska boðskapinum við teirra frísku og livandi sangum – heilt...

Ælabogin og tala hansara

Tá vit undir Føroyaferð okkara nú í september mánaða koyrdu ein túr úr Havn út á Argir, var luftin heldur grá og tað regnaði eitt sindur. Men so fingu vit eyga á ein litríkan ælaboga, sum stóð so hábærsligur yvir stóran part av Havnini. Sera hugtakandi at síggja. Hetta leiddi tankarnar aftur til eina grein, eg skrivaði fyri nøkrum árum síðani, sum kann lesast her:...

Skúlarnir byrja aftur

Um mánaðarskifti august-september er altíð eitt sindur av spenningi í Kristnastovu, tí tá byrja skúlarnir aftur við nýggjum andlitum millum okkara. Hetta merktist eisini seinasta vikuskiftið – fríggjakvøldið 30. august og sunnudagin 1. september, tá nógv fólk vóru á møti. Tá vóru tey flestu afturkomin, sum hava verið herima í Føroyum í summarfrí, men eisini fleiri nýggj, sum nú fara undir teirra útbúgvingar. Vit vóna,...

Rómaborg og ríki Guds

Fyri fimm árum síðani – í juli 2019 – var eg við í einum føroyskum ferðalagi í Róm, har eg ikki hevði verið áður. Niðanfyri standandi reglur byrjaðu at kykna, tá eg saman við ferðalagnum hesar dagar vitjaði Vatikanið í Róm, Pæturskirkjuna og onnur forvitnislig støð í býnum. Vit sóu ikki pávan, men tað gjørdi minni. Tí, sum tað stendur í Orðinum,  hava vit “stóran...