Logos Hope við í hjálpararbeiði
Sum tað hevur verið nevnt í tíðindunum, hevur eitt gosfjall á St. Vincent í Karibiska havinum verið í útbroti og spjatt øsku og royk á økinum og gjørt, at fjøld av fólki hava verið noydd at flýggja frá húsum og heimum. Missiónsskipið Logos Hope hevur verið á hesum leiðum og kunnað hjálpt til við vatni, mati og klæðum.
Í tí blandaða skara av fólki frá ymsum londum í heiminum, sum eru umborð á Logos Hope, er barnabarn okkara, Hannah Berghamar. Eisini tveir aðrir føroyingar eru við – teir eru Noomi Eysturtún úr Havn og Sámal Rasmussen úr Klaksvík. So latið okkum hugsa um tey øll, alt fólkið umborð á Logos Hope og hjálpararbeiði teirra – umframt tey mongu á St. Vincent, sum eru rakt av støðuni.
Tað búgva stívliga 100.000 fólk á St. Vincent og Grenadines – eitt land við 32 oyggjum, ið liggur nakað norðan fyri Wenezuela. Landið hevur egna stjórn, men er tó ein sokallað “Commonwealth” tjóð undir ensku kongatrúnini. Ø.