Endurloyst og glað
Frá 1989 til 1992 fekk eg høvi til at vera við til nøkur bíbliuskeið fyri yngri fólk í Føroyum. Fyrstu skeiðini vóru hildin í samkomuni Nazaret í Kaldbak og tað seinasta í 1992 á Zarepta, sum tá kom at vara í 3 mánaðar. Á hesum skeiðum vóru fleiri ungfólk í besta blóma, og tað er við teimum í huga, at hesin sangur varð til. Helst man hann vera skrivaður til tað fyrsta skeiðið, sum var í 1989.
Sangurin verður framvegis sungin, serliga millum unga fólkið, eitt nú í Kristnastovu, og gævi satt, at tað framvegis finnast tey, ið “finnast millum tey, sum bera krossins merki.” Sangurin er nummar 902 í Nýggju Songbók.
NÓTAR HER
Endurloyst og glað
halda vit avstað
fram á trúarleið.
Vakin, bíðandi,
støðugt stígandi
fram á trúarleið.
Við yvirgivnum hjørtum eg og tú
nýggj stig mót nýggjum málum nú
taka vit í Jesu navni.
Vit ynskja at verða nýtt
í orði og í verki,
at finnast ímillum tey,
sum bera krossins merki,
til reiðar at stíga fram
at verja sannleikan,
at peika á Jesus,
sum á deyðans valdi vann.
Vit ynskja at birta vón
í sálunum, sum líða,
at reisa tey falnu upp,
ið eftir frelsu bíða.
At finna tey menniskju,
ið syndin sló í sor,
í myrkursins háborgum
at boða lívsins orð.
Vit ynskja at vera sonn
og íðin, trúgv og ansin,
at stríða hitt góða stríð
og vinna sigurskransin,
tí tíðin er avmarkað,
ið Harrin okkum gav,
og hann kemur aftur skjótt,
og tá alt verk er av.
– Orð og lag: ØB