Alveldis Gud

                                                                                                
 Orð/lag ØB.  Sangurin var skrivaður umleið 1991-92.       NÓTAR HER

Alveldis Gud,
við tínum Orði alt varð til.
Frá ævunum til ævir
tú øllum ræður,
útinnir alt tað, ið tú vil.
Hvør skilja kann
tín veg, tað verk, ið hond tín ger.
Títt eyga aldri svevur.
Tú elskað hevur
tín falna skapning niðri her.
Óskiljandi tað er.

2. Dýrdleikans Gud,
hálovaður um alla tíð.
Tað stóra undur hendi:
Tín Son tú sendi
á fold at seta okkum frí.
Tú, sum ert ljós,
har heilagleiki altíð býr,
hvørs navn er Gud Jehova,
tú hevur lovað
at frelsa hvønn, á Jesus trýr.
Áh, endurloysn so dýr.

3. Kærleikans Gud,
hvørs náði niður higar røkk.
So høgt tey falnu metti:
Tú okkum setti
í Himmalin – tær veri tøkk.
Umbroytti alt,
nú okkum leiðir Hirðans rødd.
Við Andanum vit gerast
tær lík – og ferðast
mót ljósins hæddum endurfødd,
í Kristi sárum grødd.

4. Ævinnar Gud
og tú, Guds Lamb, sum dripið varð,
hoyr song frá loystum skara:
Øll dýrd og æra
um ævir allar veri tær.
Halleluja
Eitt fólk tú eigur, ið er frítt,
sum nú í trúgv kann síggja
hin staðin nýggja,
har harradømið heilt er títt,
og alt er vorðið nýtt.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *