Ein savnandi miðstøð í 40 ár
Nakrar hugleiðingar um søguna hjá Kristnastovu og ymisku uppgávurnar, ið hava verið tengdar at hesum húsi.
Grein í Leirkerinum í 2013, tá 40 ár vóru liðin, síðani byrjað varð við verkinum.
Tað var eitt fríggjakvøld í september í 1973, at nakrir ungir útisetar settu kós móti Oxford Alle á Amager. Nakrir teirra komu súklandi, aðrir við bussi og onkur koyrandi í bili. Hetta vóru fyri tað mesta yngri útisetar, sum vóru undir útbúgving í Keypmannahavn.
Hetta kvøldið sungu vit saman, lutaðu nakrar tankar úr Orði Guds og boðaðu frá okkara hugsan um at hava eina tílíka løtu hvørt fríggjakvøld. Aftaná var ein drekkamuður at fáa og fólk hugnaðu sær, áðrenn tey fóru aftur til húsa.
Fyri okkum, sum høvdu tikið stig til hetta, var hetta ein lítil byrjan og tó við einum sterkum ynski um at vera landsmonnum okkara ein hjálpandi hond í einum pulserandi býi við nógvum tilboðum, møguleikum og freistingum. Ikki minst tey ungu, lesandi lógu okkum nógv á hjarta, sum lættliga kundu verða rivin um koll í teirra trúarlívi í nýggja umhvørvinum, tey vóru komin til herniðri.
Og so hildu hesar samkomur á hvørt fríggjakvøld kl. 20 á Oxford Allé. Har var sangur, vitnisburður, og eitt orð úr Bíbliuni. Vitjandi talarar luttóku viðhvørt, bæði føroyingar, danir og enskt talandi trúboðarar. So við og við gjørdist trongligt í stovum okkara.
Sosiala uppgávan gjørdist skjótt partur av tilveru okkara. Vit fóru undir at vitja føroyingar á Ríkissjúkrahúsinum, Ortopædisk Hospital og á “Finsen”, sum Finsens-instituttet varð kallað tá. Og so vóru aðrar uppgávur. Viðhvørt varð ringt úr Føroyum, tá fólk heima vóru ørkimlað, tí onkur í familjuni var í trongstøðu herniðri. Tá var heldur einki Sjúklingahotell og eingin føroysk ráðgeving, sum vit kenna hana ídag. Tí høvdu vit helst fleiri sosialar uppgávur tá, enn vit hava havt seinnu árini. Eisini høvdu vit onkuntíð fólk búgvandi, sum høvdu brúk fyri hjálp og umsorgan í eina tíð.
Oxford Allé 3A verður keypt
Vit høvdu bara framleigað íbúðina á Oxford Allé í eitt ár, tí ognin við trimum íbúðum skuldi seljast. Tankin um at keypa hús til arbeiði okkara var longu íbirtur, og fram móti sumri í 1974 avgjørdu nakrir brøður í Ebenezer í Havn at standa fyri keypi av Oxford Allé 3A. Samkomurnar kring oyggjarnar tóku undir við hesum trúarstigi. Innsavningar vórðu skipaðar, sum fólk tóku væl ímóti, og hetta hevði við sær, at húsið kundi keypast uttan ov stór lán.
Og hervið var karmur fingin um eitt arbeiði, sum ikki bert snúi seg um at hava kristiligar fundir, men at náa út til føroyingar við ymiskum tørvum og veita eina hjálpandi hond, har tørvur var fyri tí.
Nevnd var sett heima í Føroyum, og umframt undirritaða komu hesir menn í nevndina: Arnstein Niclasen, Knút Háberg, Johan Restorff, John Høj og Hákun Marstein – fleiri teirra fyrrverandi útisetar í Keypmannahavn. Nevndin skipaði seg við Arnsteini sum formanni, og hesir gjørdu sítt ítarsta fyri at skapa samfelag rundan um Kristnastovu, sum tá var “nakað nýtt” í samkomuhøpi.
Fyrsta hædd á Oxford Allé varð innrættað til arbeiðið, meðan vit flutt upp á aðru hædd at búgva. Og fríggjakvøldssamkomurnar hildu nú á, og farið varð undir onnur tiltøk. Eitt nú varð skipað fyri føroyskum barnamøtum, sum vórðu hildin í mong ár.
Eg haldi at Harrin stýrdi tí so, at vit skuldu vera á Amager. Her var Øresundsskollegiet – sum í dag er bústaður hjá fleiri hundrað føroyingum – her var Grønjordskollegiet og Rasmus Nielsens kollegiet, har nógvir føroyingar hava búð, og onnur skúlaheim eru komin aftrat. Amager gjørdist ein føroysk koloni við árunum. So kunnu vit leggja aftrat, at Kastrup Lufthavn er jú eisini tætt við Kristnastovu, og tað var ein fyrimunur. Tí avheinting og koyring av fólki, sum komu og fóru, hevur eisini verið ein partur av øllum.
Hetta var ein spennandi tíð fyri okkum sum familja. Andrew var hálvtannað ár, tá vit byrjaðu á Oxford Allé, og Kristin Filip varð føddur, meðan vit búðu har.
Legurnar byrja
Í 1976 hildu vit tað verið eitt hugskot at hava eina føroyska legu fyri teimum ymisku, sum vit høvdu fingið samband við – eisini uttan fyri Keypmannahavn. Legan varð hildin á ”Kongelejren,” sum lá út ímóti Sejerø Bugt.
Legan fekk rættiliga góða undirtøku – nærum 75 luttakarar vóru við.
Í blaðnum Boðberin stendur hetta skrivað um leguna: Veðrið var gott, staðið vakurt, og undirtøkan betur enn nakar hevði torað at droymt um. Har vóru bíbliutímar, aktuellir spurningar vóru umrøddir, og nógv áhugavert kom fram í samband við høvuðsevnið, ið var ”samfelag við Kristus og tey kristnu.” Har varð spælt, prátað og gingið túrar í fríløtunum. Atmosferan kendist løtt og livandi. Øll vóru samd um týdningin av einari tílíkari legu.
Síðani hava legur verið á hvørjum ári – tey flestu í Kikhavn uttan fyri Hundested, men seinastu árini hevur heystlegan verið hildin á Norðursjællands Efterskole.
Hvíta húsið á Birmavej
Longu í 1978 verður ov trongt á Oxford Allé og hugt verður eftir øðrum møguleikum. Ikki langt frá fyrru Kristnastovu stóð hvíta húsið á Birmavej 36. Vit hoyrdu, at hetta hús fór at koma á marknaðin. Tey tóktust sum skapt til endamálið. Bar hetta til? Varð hetta stigið ikki ov stórt at taka? Eg minnist, at hevði trupult við at siga fólki frá hesum húsi, tí eg helt tey vera ov fín til arbeiði okkara. Men vit tóku dirvi til okkum og søgdu øðrum frá hesum, og so við og við búnaðist tankin.
Enn einaferð var lógvatak tikið av hollum vinum og samkomum heima Í Føroyum, og avgjørt varð at keypa ognina á Birmavej 36. Eg var sjálvur við til fundin, ið varð hildin í Nýggjustovu í Ebenezer við luttøku av ymiskum leiðandi brøðrum kring landið. Hetta var beint eftir samfelagsmøtini í 1978, og eg gloymi ikki tann samfelagsanda, sum var tilsteðar og tann vilja, menn sýntu til at reisa neyðugan peningin.
Ein hjálpandi hond frá Christiansborg
Men ein trupuleiki tók seg upp. Grundeigarafelagið á økinum kring Birmavej var ikki sinnað at góðtaka at eitt hús, sum var bygt til bústaðarhús, var nýtt sum ein krisilig-sosial miðstøð. Hetta hóast húsið áður hevði verið nýtt til annað enn bústað.
Vit valdu at seta okkum í samband við Johan Nielsen, sum um tað mundi var annað føroyska umboðið á Christiansborg. Hann var beinasamur og vildi gera sítt til fyri at hjálpa okkum. Johan Nielsen fekk bústaðarráðharran Erling Olsen at seta seg inn í málið. Og tað var týðuligt, at vit her høvdu tveir góðar vinir, sum skiltu støðu okkara og royndu at finna røttu loysnina. Eisini vóru fundir við Villo Sigurdsson, ein av borgmeistarunum á Ráðhúsinum.
Hetta tók sína tíð, men seljararnir, sum vóru faðir og sonur, sýndu okkum stóra vælvild og bíðaðu eftir okkum – og tann eldri teirra segði onkuntíð, at hann hevði avgjørt, at vit skuldu hava húsið. Og umsíðir varð málið loyst, soleiðis at vit kundu flyta inn á sumri 1979.
Avgjørt varð eisini at hava eina serstaka receptión í samband við keypið. Hon varð hildin ein leygardag. Á hesari samkomu var høvi til at bera eina heilsu fram, og millum teirra sum tóku orðið, var Johan Nielsen, fólkatingsmaður, sum var hjástaddur saman við konuni, Birthe. Eisini tann eldri av seljaranum var hjástaddur, og hann var heilt rørdur undir samkomuni. Eg haldi, at hann var so hugtikin av øllum tí, sum var farið fram.
Fyrsta fríggjakvøldsmøtið á Birmavej
Fríggjakvøldið 29. juni 1979 var so fyrsta møtið á nýggju adressuni. Hetta hevur verið á hásumri um tað mundið tá flestu ungu føroyingar fara heim í summarfrí. Tó komu nógvir útisetar til hesa fyrstu samkomuna – ivaleyst tí at spenningur hevur verið um at síggja nýggju umstøðurnar. Hetta var ein sonn hátíðarløta fyri okkum. Løtan varð umtalað í Boðberanum, og har stóð m.a.:
Her var meiri rúmsátt, umstøðurnar betri, og møguleikarnir størri, Tað varð talað og sungið á móðurmálinum. Fólki vóru skilliga glað og takksom fyri hesa stóru gávu Harrans til virkið. Men álvarað av fyrsta ørindi í Sálmi 127 varð eisini undirstrikaður “Byggir ikki Harrin húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí. Varðar Harrin ikki staðin, so vakir vaktarin til ónyttu.”
Millum tey vitjandi vóru hjúnini Hjørdis og Petur Háberg. Petur hevði verið millum heitastu fortalarar fyri Kristnastovu heima í Føroyum. Eisini var Símun í Túni við, ið tá virkaði sum trúboðari í Venezuela. Harumframt var Gunnar Gunnarsson við á møtinum, og við sær hevði hann Hilmar Bech úr Porkeri. Gunnar arbeiddi í Landsstýrinum og Hilmar Bech var løgtingsformaður um tað mundið.
Hetta gjørdist ein góð løta, merkt av gleði og takksemi til Harran yvir, at húsið umsíðir var okkara, og verkið kundi halda fram.
Ymiskir miðlar
Blaðið Boðberin kom út í mong ár . Fleiri hjálptu til við at skriva blaðið, og tað varð sent út til nógvar hundrað føroyingar, sum vit á ymsan hátt fingu adressuna hjá.
Tað var jú ikki lætt at lýsa við tiltøkum tá, og her var Boðberin ein hjálp – umframt onnur bløð, sum komu út ta tíðina. Føroysk tíðindi vóru send á Danmark Radio einaferð um vikuna, og har kundu vit viðhvørt lýsa við onkrum tiltaki, men annars var ringt at fáa boð út til ein breiðari skara.
Hetta er kanska ringt at skilja í einari tíð, tá upplýsingar lættliga fara út til fólk gjøgnum teldupostar, heimasíðu og facebook. Men hetta vóru umstøðurnar tá.
Í áttatiárunum vóru vit eitt skifti við í einum radioarbeiðið í Københavns Nærradio saman við heimamissiónsfólki í Eliaskirkjuni. Seinni høvdu vit eina regluliga sjónvarpssending í KKR/TV, ein rættiliga slóbrótandi sjónvarpsrás, sum hevði nógvarhyggjarar á Keypmannahavnarøkinum. Og sum úrslit av hesum fingu vit samband við føroyingar og danir, ið vit ikki kendu frammanundan.
Eldrasamkomur og møti í Føroyahúsinum
Eldrasamkomurnar byrjaðu í 1980. Fyrst vóru tær hildnar einaferð um mánaðan, men seinni varð hetta til umleið 4 ferðir um árið. Hesar samkomur gjørdu tað møguligt hjá okkum at fáa samband við nógvar eldri føroyingar – fleiri teirra vóru nokk so einsligir í stórbýnum. Teimum dámdi væl at koma saman – og tað gera teir enn – at fáa ein føroyskan bita og hugna sær við heimligum práti. Men vit hildu okkum eisini merkja, at hendan løtan um somu tíð hevði ein andaligan týdning fyri fleiri teirra.
Og tá ið føroyingar fingu eitt føroyahús mitt inni í býnum, so var eisini farið undir at hava føroysk møti har av og á. Til hesi møti komu fólk, sum ikki vanliga komu í Kristnastovu. Og enn í dag hava vit gott samstarv við tey, sum hava ábyrgd av Føroyahúsinum.
Ein hjálp fyri fólk í tænastu
Ein onnur tænasta hjá Kristnastovu, sum ikki so ofta verður nevnd, hevur verið at taka ímóti fólki í verki Harrans, sum høvdu brúk fyri einari song á veg út í heimin – ella heimaftur til Føroya.
Mangir trúboðarar hava gjøgnum árini gist í Kristnastovu. Teir kundu rinda møðina her og vera ein dag ella tveir í Keypmannahavn, áðrenn farið varð víðari.
Somuleiðis føroyingar á veg til Polen, Rumenia og aðrastaðni í hjálparørindum – ella til legur og bátamissión í Grønlandi. Fyri okkum hevur henda tænasta eisini verið gevandi, tí vit lærdu mong av Harrans vitnum at kenna. Vit fingu innlit í teirra verð, og tey víðkaðu um okkara sjónarring.
Kreppuárini – ein avbjóðing fyri seg
Áttatiárini vórðu sermerkt av nógvum áhugaverdum hendingum og tiltøkum: radioarbeiði, kristiligum sjónvarpssendingum, vitjan av heimsevangelistinum Louis Palau – og góðum legum uppi í Kikhavn.
Kanska størsta avbjóðingin var í kreppuárunum í nítiárunum, tá nógv fólk fluttu niður til Danmarkar at vera, tí tíðirnar vóru torførar heima. Tá var Kristnastova ov lítil viðhvørt, og fólkið kundu sita í trappunum úti í gongini.
Í 1993 finna vit hesi orð í Boðberanum sum eina heilsan til nýggjar útisetar:
Vit hava skilt, at hetta verður árið, tá talið á flytingum úr Føroyum til Danmarkar kemur í hæddina. Og vit eru greið yvir, at hetta hevur sínar serstøku, torføru grundir.
Men til tykkara, sum komin eru, vilja vit senda eina serliga heilsan: Gloymið ikki tað land, tit eru farin út. Latið vónina liva um, at Harrin fer at unna landi okkara nýggjar tíðir.
Og nýggjar tíðir komu tíbetur, fiskur kom á føroysku landgrunnarnar, búskapurin varð endurreistur og kom í eina trygga legu, og útisetar kundu flyta heimaftur til Føroya.
Samkoman í Kristnastovu
Arbeiðið í Kristnastovu varð tey fyrstu nógvu árini meiri at kalla ein missión millum føroyingar í Danmark. Eingi tiltøk vóru sunnudag, og vit plagdu at koma í samkomuna í Thorsgade, sum seinni flutti til Brønshøj (í dag Skovlunde Frikirke).
Men av tí at Kristnastova var vorðið eitt andaligt heim hjá mongum, kendu vit okkum sannførd um, at vit áttu at hava eina samkomu á staðnum. Og á várið 1990 varð so farið undir at hava møti og sunnudagsskúla hvønn sunnudag. Stovnurin Kristnastova er framvegis ein sjálveigandi stovnur við nevnd sitandi í Føroyum, meðan samkoman hevur sína egnu leiðslu og umsiting.
Millum sjúklingar og avvarðandi
Vitjunartænastan millum fólk, sum hava verið niðri í Danmark í sjúkraørindum, hevur verið ein týðandi táttur av uppgávuni, síðani vit byrjaðu í 1973.
Vit hava møtt nógvari vælvild. Eitt nú hava vit av og á lænt kirkjuna á Ríkissjúkrahúsinum og kunna havt eina løtu har við sangi og einum stuttum boðskapi.
Í 1996 varð farið undir at hava andakt á Sjúklingahotellinum Tórshavn. Hon fer nú fram í matarhøllini á nýggja hotellinum hvønn hósdag, og aðru hvørja viku hevur Kristnastova ábyrgd av henni. Vit syngja nakrar sangir saman, hoyra ofta ein solosang, og vit bera eitt orð fram úr Bíbliuni. Aftaná andaktina er høvi at heilsa uppá fólkið og fáa ein drekkamunn saman við teimum.
Ein bussur er knýttur til hotellið, sum koyrir túrar í býin við fólki. Og ofta liggur leiðin út til Kristnastovu, tí fólk ynskja at vera við til eitt møti.
Fyristøðufólk og medarbeiðarar
Aftan á aldarskifti byrjaðu vit at kenna á okkum, at tíðin varð búgvin at lata onnur taka um endan. Í august 2008 tóku Niels Pauli og Dora Nónstein við leiðslu av Kristnastovu – og tað fegnaðust vit um. Sjálvi høvdu tey verið lesandi útisetar síðst í nítiárunum og tá høvdu tey tikið lut í verkinum á ymiskan hátt. So uppgávan var ikki heilt fremmand. Verkið heldur fram undir teirra góðu hond, og vit royna at stuðla og hjálpa til.
Mong eru tey, sum hava verið við arbeiðnum. Listin vildi verið langur um øll skuldu verið nevnd. Men nøkur teirra fari eg at nevna:
Anna og Símun Pætur á Torkilsheyggi vóru partur av leiðsluni í ymsum tíðarskeiðum, fyrstu ferð í 1983 – Else og Poul Johan Djurhuus í nøkur ár fyrst í nítiárunum – Elin og Jens Wang seinnapartin av nítiárunum – Andrew, sonur okkara, og konan, Sara, eina tíð eftir aldarskiftið. Og Súsanna og Hallur Thomsen tóku eitt tørn, beint áðrenn Dora og Niels Pauli Nónstein komu til Danmarkar í 2007.
Eg fari eisini at nevna Símun og Hanna Fuglø, sum vóru hollir stuðlar í verkinum gjøgnum mong ár – ikki minst ta allarfyrstu tíðina. Millum avloysarar, sum hava hjálpt til, serliga í summarfrítiðini, eru Gidda og Hjørleif Vang, ið hava havt ábyrgd um summarið seinastu árini.
Kristnastova hevur framvegis eina nevnd, og í henni sita í dag Arnstein Niclasen, Henry Olsen, Jens Wang, Klæmint Weihe, Finn Jacobsen, Trygvi Vang og Steinbjørn Jacobsen.
Og vit eru takksom fyri áhaldandi samfelagið heimeftir – og fyri tey mongu, sum hava hildið arbeiðnum uppi til hendan dag. Vit takka hjartaliga fyri samfelag, gávur, frímerki og hjálpandi hendur á so mangan og ymiskan hátt. Og ikki minst fyri tær mongu bønir sum eru stignar upp fyri verkinum og okkum við.
Kristnastova í 2013
Ídag skriva vit 2013 – og kunnu takka Harranum fyri ríkar signingar í tíðini, sum farin er. Enn ídag savnast føroyingar í Kristnastovu á Amager hvørt fríggjakvøld – sama kvøld sum tá byrjað varð. Nú er eisini møti sunnudag og sunnudagsskúli er samstundis. Her er eitt andaligt heim fyri børn og vaksin.
Tørvurin verður staðfestur aftur og aftur. Tað er framvegis av týdningi, at vit hava eitt stað at savna landsmenn okkara um Orð Guds. Fyrst og fremst fyri at fólk verða frelst, mennast og vera varveitt, men eisini tí at nógvir spurningar vera settir í dag til bíbliuna og evangeliskan kristindóm..
Og Ríkissjúkrahúsið stendur har, sum tað hevur staðið øll 40 árini, ið Kristnastova hevur virkað. Tann uppgávan heldur fram – eisini millum teirra, sum eru sjúklingar ella avvarðandi á Sjúklingahotellinum Tórshavn.
Boðskapurin um Jesus og kærleika hansara til tað einstaka menniskja er líka viðkomandi, sum hann var í 1973. Ynski og bøn okkara er, at yngra ættarliðið skal vera vunnið fyri Harran, og at Orð Guds skal liva millum føroyskar útisetar og gera sítt áhaldandi verk.
– ØB