Legur í Norðursjællandi síðani 1976
Í mong ár hevur Kristnastova skipað fyri legu í heystfrítíðini, men soleiðis verður ikki í ár. Óneyðugt at siga, skyldast hetta koronasóttin, sum framvegis leggur sína køvandi hond á nógv virksemi í landinum. Hetta er spell, tí mangan hava hesar legur verið samansjóðandi, gevandi og signingarríkar. Vinarbond hava verið knýtt, og vit hava lært hvønn annan betri at kenna.
Farið varð undir leguarbeiði í 1976, tá fyrsta legan varð hildin. Hetta var í februar – tað var seinni, at árligu legurnar fóru fram í heystfrítíðini. Seinasta legan var í oktober 2019, og sostatt hevur lega verðið hildin uttan slit í samfull 43 ár – tær allarflestu uppi í Norðursjællandi.
Ellinge Lyng og Høve
Sum tað sæst á felagsmyndini frá fyrstu leguni í 1976 savnaði fyrsta legan nógv fólk. Hetta tiltak var forkunnugt hjá føroyskum útisetum, og í skaranum síggjast fleiri lesandi føroyingar, sum vóru komnir úr Århus til leguna, sum varð hildin á “Kongelejren” í Ellinge Lyng, sum liggur norðalaga á vestursíðu Sjællands. Har høvdu vit fleiri legur í 70unum –men eitt legustað í Høve var eisini nýtt einstakar ferðir. Hetta var ogn hjá Hvítusunnusamkomuni Elim í Keypmannahavn. Høve liggur eitt sindur longur norðuri enn Ellinge Lyng.
Í Kikhavn í 19 ár
Í 1982 var farið upp til Kikhavn – beint uttan fyri Hundested. Leghúsini har vóru ogn hjá Adventistakirkjuni, og tey tóktust væl egnað til legur okkara, tí tey rúmaðu yvir 100 fólk. Har vóru vit í 19 ár. Haðani hava vit nógv góð minni, eisini tí staðið lá í nátturuvøkrum umhvørvi tætt við havið.
Kikhavn var sum eitt annað Zarepta fyri okkum. Og vit, sum hava verið við flestu árini, hava framvegis hug at siga Kikhavn, tá tosað verður um at fara á legu, so inngrógvið var hetta navnið. Í dag er hetta leguplássið ikki til longur, tað er niðurrivið, og har eru nøkur hús bygd í staðin.
Einstøk ár hevur meira enn ein lega verið hildin – eitt nú í kreppuárunum, tá ein ungdómslega var í Kikhavn í februar 1996. Eisini vóru einstakar familjulegur. Teirra millum ein lega í Undløse, sum liggur meira miðskeiðis á Sjællandi.
Síðani 2002 á Norðursjællands Efterskole
Eftir aldarskifti varð farið við árligu heystleguni á Norðursjællands Efterskole, sum liggur nakað uttan fyri býin Helsinge. Hetta var í 2002, og har hava vit verið síðani t.v.s. í 18 ár.
Skúlin gevur næmingunum frí í heystfrítíðini, og tá kann Kristnastovu so leiga seg inn á skúlan, sum var enn meiri rúmligur enn Kikhavn. Hetta stað hevur eisini egnað seg sera væl til legur okkara við teim góðu hølisviðurskiftunum, sum har eru. Staðið gjørdist ein góður avloysari til Kikhavn og hóskandi karmur rundan um aftur vendandi heystleguna,
Men við korunasóttini kom stígur í. Vit høvdu vónað, at legan kortini fór at vera hildin aftur í ár, men so varð ikki. Tað harmast vit um og vóna, at tíðirnar umsíðir tó fara at broytast, so vit aftur kunnu savnast á legu, eins og vit hava gjørt síðani 1976.
– Ø.