1865 – eitt serstakt ár

William G. Sloan

William Booth

Tað eru 155 ár liðin í ár, síðani William Booth saman við konuni Catherine Booth fór undir at arbeiða millum heimleys fólk á eystursíðuni av London. Hetta var í 1865.  William Booth var ein íðin evangelistur, ið brendi eftir at røkka út til teirra, sum eingin kirkja ella samkoma náddi út til. Hann vildi møta teimum neyðstøddu við gleðiboðskapinum, júst har tey vóru stødd.
Hetta varð byrjanin til tað umfatandi hjálparararbeiði, sum hevur merkt Frelsunarherin til hendan dag. Kring allan heim er stór virðing fyri hesum óvápnaða heri, sum eisini kom til Føroya og hevur virkað her í mong ár – bæði andaliga og sosialt.
Frelsunarherurin hevur síðani 1924 verið ein býarmynd í Havn, sum hevur fingið fólk at steðga á, meðan “Breiðið krossins merki út” hevur rungað saman við føstum trummusløgum. Men eisini tað sosiala arbeiðið er kent millum manna, ikki minst tað, ið gjørt hevur verið á Herberginum í Havn.

Ein annar William
Tað var eisini á sumri í 1865, at skotin, William Gibson Sloan, kom til Føroya. Hann sá ein annan tørv, sum er orðað í dagbók hansara. Tann 28. mai 1865 skrivar Sloan – staddur í Hetlandi – at Føroyum tørvar ein trúboðara, og “eg kenni meg drivnan og fúsan til at fara at virka har í navni Guds og styrki Hansara”.

William G. Sloan kemur til Føroya á sumri – einsamallur. Tá er hann 26 ára gamal. Føroyska málið var ikki komið fyri seg á skriftmálinum, men Sloan lærdi seg danskt, byrjaði at syngja og tala um Jesus á donskum. Hann helt útifundir niðri á Doktaragrund í Havn og ferðaðist út á bygd. Har vitjaði hann í húsunum, sang ein sang við sínum vakra máli og helt smærri andaktir, har tey bjóðaðu honum inn. Tó var hann ikki allastaðni væl móttikin.
Eftir drúgt arbeiði bar arbeiði hansara umsíðir ávøkst, og fyrstu samkomurnar vuksu fram. Hann giftist við Elspu Isaksen úr Geil í Havn, systir hin navnframa Djóna í Geil, og hon gjørdist honum ein hollur stuðul.
Umframt andaliga virki sítt royndi William G. Sloan saman við konu síni eisini at hjálpa teimum, ið høvdu serligar tørvir í eini tíð, har tað var fátæksligt hjá mongum. Mong vóru breyðini, ið vóru bakað í Sloans húsi og býtt út til húsarhald í Havn, har ráðini at keypa mat vóru ring.

Teir nýttu sangin og tónleikin
William Booth og William G. Sloan virkaðu sostatt um somu tíð og hittu helst aldri hvør annan. Kortini vóru teir ikki ólíkir. Báðir vóru ídnir evangelistar, sum brendu fyri søk síni. Men meðan Booth var ein dynamiskur talari, sum fangaði fjøldir í London, var Sloan ein mildur sálarvinnari, sum bar fram eitt orð, har høvi gavst, sang ein sang, bað eina bøn, legði hondina á høvdið á børnunum og segði: “Tro på Jesus.” Hetta vóru orð, sum tey ongantíð gloymdu.

Frelsunarherurin á Vaglinum í Havn

Báðir nýttu teir sangin og tónleikin fyri at røkka út til fjøldina við einum evangeliskum boðskapi. Hermenn og hornblástur hoyra saman – og soleiðis hevur eisini verið hjá Frelsunarherinum, sum er hjástaddur har, ið fólkið er. Ein Ólavsøka uttan nakrar livandi tónar frá Frelsunarherinum á Vaglinum er næstan óhugsandi.
William G. Sloan sang seg inn í hjørtuni á føroyingum við síni vøkru rødd, og frá lítla salinum á Tinghúsvegnum varð fyrst í síðstu øld lýst við “megen sang og musik”. Inntil hendan dag hevur júst sangurin hevur verið nakað, ið hevur merkt tær tær samkomur, sum komu kring landið, aftan á at Sloan var farin hiðani.
Rithøvundurin William Heinesen, sum á barnaárum búði í húsinum við síðuna av Sloans húsi, skrivar einastaðni, at hann minnist ensku sálmarnar, sum Sloan og hansara “trúarfelagar” sungu á útifundi niðri á Húsabrúgv i Havn, og at ein teirra var “Tell me the old, old story” –  sum i føroysku umsetingini eitur “Sig mær ta gomlu søgu” og mangan hevur verið sungin síðani.

Hildu á til tað síðsta
Bæði William Booth og William G. Sloan vóru drivnir av einari sterkari visjón, sum brendi í hjørtum teirra og gjørdi, at teir treystir og trúgvir hildu á hóast mótstøðu og forðingar á leiðini. Trúfastir móti kalli Harrans virkaðu teir til tað allarsíðsta.

William Booth andaðist, 83 ára gamal, tann 20. august 1812 – ella, sum tey siga í herinum, hann var “promoted to glory.” Heili 40.000 fólk fylgdu hesum Harrans hermanni gravar.
William Gibson Sloan doyði í húsi sínum við Tinghúsvegin 4. september 1914, 76 ára gamal. Hendan síðsta dagin hoyrdu tey hann sipað til kenda enska sálmin við niðurlagnum:
On Christ the solid rock I stand,
all other ground is sinking sand.

Fyrsta samkoman í Havn. William G. Sloan sæst uttast til høgru

Tá var hann vorðin ein høgt virdur og elskaður maður í lítla føroyska samfelagnum. Sagt verður, at ongantíð áður hevði so nógv verið til eina jarðarferð í Havn sum hendan dagin, tá børa gamla Sloans varð borin út í gamla kirkjugarð í Havn.
Á hvør sínum øki komu hesir Harrans stríðsmenn og andaligu slóðbrótarar, William Booth og William G. Sloan, at seta stór spor eftir seg, sum má vekja virðing og takksemi fyri alt tað, teir høvdu at týða fyri samtíð og eftirtíð sína.                                                                                                                                Ø.

 

You may also like...