Eitt útimøti, ið hevði avgerandi týdning
Tað er ikki bara skrúðgonga, ítróttur og framsýningar, sum eru á skránni, tá Ólavsøkan verður hildin í Havn 28. og 29. juli. Eisini útimøtini hava í mong ár sett dám á tjóðarhátíðina, har eitt nú Frelsunarherurin hevur hildið síni møti á Vaglinum og brøðrasamkoman síni við trappuna uttan fyri Ebenezer. Og at tey eisini hava havt eina missión, er einki at ivast í.
Trúboðarin, Andrew Sloan, sáli, greiddi einaferð frá, hvussu hann eitt summar legði merki til ein fremmandan mann, sum gekk malandi aftur og fram á teimum gomlu støðunum í Havn. Hann visti ikki, hvør maðurin var.
Men so kom ólavsøkan. Og útimøti varð hildið sum vant uttan fyri Ebenezer ólasøkuaftan. Tá stóð hesin fremmandi maðurin í fólkaskaranum og lýddi á. Síðani greiðir Andrew Sloan soleiðis frá: “Tá ið møtið var liðugt, kom maðurin yvir til min, heilsaði og spurdi, um eg kendi Mr. Sloan. Ja – segði eg, at mítt navn var Sloan. “Nú – eru tygum tá sonur gamla Mr. William Sloan? ” Jú, tað var eg. So segði hann mær, at hann var sonur amtmann Finsen “. Hesin fremmandi var altso hálvbróðir hin navnframa læknan, Niels R. Finsen, sum fekk nobelheiðursløn fyri sítt slóbrótandi arbeiði innan ljósviðgerðir. Íslendski faðir teirra, Hannes Finsen, búði í Føroyum í mong ár og var amtmaður har frá 1871 til 1884.
Í samrøðu síni við Andrew Sloan, greiddi Jón Finsen frá, at hann nú búði í Johannesburg í Suðurafrika og skuldi vitja familjuna í Danmark, men hevði lagt leiðina um Føroyar. Tað var nógv broytt í Føroyum, men hann var glaður um at finna so mong av teimum støðum og steinum, har hann hevði spælt sum smádrongur. Tað var bert eitt, sum hann saknaði og hevði glett seg at síggja aftur og tað vóru sóljurnar. Tær vóru longu “avblomstraðar,” tá ólavsøkan kom.
Men tað mest áhugaverda í samrøðu teirra hetta kvøldið, var, at Jón Finsen kundi greiða frá, at hann nú var ein trúgvandi maður – at hann hevði upplivað frelsuvissu í trúnni á Harran Jesus, sigur Andrew Sloan frá í frásøgn síni.
Hetta var hent í Johannesburg. Tað var eitt kvøldið, at Jón Finsen kom fram við einum útimøti, har hann hoyrdi evangeliið og varð gripin av orðinum, hann hoyrdi. Og skjótt aftaná kom til persónliga trúgv á Jesus. Hann tók støðu fyri Kristus og fór at savnast saman við øðrum trúgvandi fólki um Harran og orð Hansara.
Samrøðan við Andrew Sloan førdi til, at Jón Finsen kom á møti í Ebenezer ólavsøkudag og greiddi har frá vitnisburði sínum. Hetta gleddist Andrew Sloan um og skrivar: “Tað var fyrstu og seinastu ferð eg hitti Jón Finsen, men einaferð skulu vit hittast aftur av náði Guds heima hjá Harranum.”
Nógv ár eru liðin, síðani hendan áhugaverda hending fór fram. Andrew Sloan doyði í 1973, men enn ljóðar evangeliski boðskapurin bæði inni og úti. Boðskapurin um Jesus, sum framvegis er mentur at frelsa hvønn tann, sum trýr á Hann, verður framvegis borin fram í talu og sangi, eisini á ólavsøku.
At útimøtini hava havt sína missión gjøgnum árini, er einki at ivast í. Og tað var hesin vitnisburður eisini eitt dømi um.
– Ø.