David Peckham var eitt kent navn í føroyskum samkomuhøpi. Mong eldri minnast hann frá bíbliuskeiðum, møtum og barnamøtum afturi í trýssunum. Hann átti eisini stóran lut í, at Páll Poulsen og Óli á Grømma fóru út sum trúboðarar við New Tribes Mission. Og tað, at teir fóru, kom seinni at hava stóra ávirkan á føroyskt trúboðanarvirksemi. Jú, Peckham var væl kendur.
Men so hoyrdi tú ikki aftur frá honum.
Tá ið hann um aldarskiftið kom afturíaftur, var tað við einum grípandi boðskapi um endurreisn. Vónbrot oman á vónbrot høvdu ført til, at hann hevði vent Gudi bakið og hevði í okkurt um eina fjórðingsøld einki við Gud og fólk Hansara at gera. Nú var hann komin aftur, og boðskapur hansara var grípandi.
Hann skrivaði eina bók um tað, sum honum hevði verið fyri. Eg vísti einum eldri trúboðara á Filipsoyggjunum bókina. Eftir at hava hugt ígjøgnum hana segði hann, at tað var júst hatta, sum eisini hevði hent honum fyri mongum árum síðan. Vónbrot oman á vónbrot høvdu ført til, at hann, tó uttan at geva sær far um tað, var givin at hava álit á Gudi. Munurin á honum og Peckham var, at hann ongantíð alment hevði tikið frástøðu frá Harranum og fólki Hansara, hann hevði bara hildið á í tænastuni. Hann segði, at hann livdi soleiðis í fleiri ár, áðrenn hann varnaðist, hvat hent var, og kom aftur til Harran.
Onkur sigur kanska, at tað er at gera í so nógv av at siga, at hasar søgurnar eru eins. Peckham vendi jú øllum bakið, meðan hin, hóast alt, hevði hildið á.
Eg veit ikki, kanska var David Peckham í summum førum betur fyri enn hin. Peckham visti, at hann hevði vent Gudi bakið, tað gjørdi hin ikki. Ringt er at koma aftur, tá ið tú ikki hevur givið tær far um, at tú ert vikin av leið.
Trúgvin og tey vilstu
Tað, sum gekk galið hjá báðum monnunum, var, at teir góvu uppat at trúgva Gudi. Minnist einaferð, at eg sat og prátaði við ein samverkamann á Filipsoyggjunum. Vit sótu inni á skrivstovuni hjá honum, einum lítlum skúri aftan fyri húsini hjá teimum, beint har frumskógurin byrjaði. Meðan vit práta, nevnir hann, at hann hevði júst lisið onkunstaðni um, hvussu samanflættað evnini synd og vantrúgv eru. Ádam og Eva syndaðu, tí tey ikki vildu trúgva Gudi, vildu ikki trúgva, at Hann hevði teirra besta í huga. Hatta er í stuttum, hvat vantrúgv er. Vert er at minnast, hvussu týdningarmikil trúgvin er. Hon avspeglar, hvat vit halda um Gud. Ikki at trúgva Honum brýtur samfelag okkara við Hann, og tað kann einans verða endurreist, tá ið vit aftur velja at trúgva Honum. Ei undur í, at hitt andaliga lívið verður kallað trúarlív.
Og so ein lítil tanki afturat. Efesusbrævið kapittul seks, vers 16 sigur, at tað er við skjøldri trúarinnar, at vit eru ment at sløkkja pílar hins ónda. Trúgvin er skjøldrið.
– Jógvan Júst Rasmussen