Torfør støða hjá trúboðarum
Nógvir av trúboðarum okkara úti í heimi eru nógv skerdir av støðuni við koronasmittuni. Teirra millum eru hjúnini Nurimar og Johannus Frants Poulsen, ið er ættaður av Eiði. Tey hava virkað í Venezuela í mong ár. Í Bønarløtuni stendur hesin stutti, men talandi tíðindastubbi:
Skógurin er fullkomiliga avbyrgdur. Trúboðarar sleppa hvørki inn ella út. Ikki er loyvt at ferðast ímillum landspartar. Einki bensin verður selt. Bert matvøruhandlar eru opnir, og øll skulu vera við hús kl. 14. Bíbliuskúlin er enn í gongd uttan vitjan.
Orð, ið tala fyri seg. Støðan á okkara leiðum er ikki at samanlíkna við tað, sum fleiri av trúboðarum okkara mugu liva við í hesum døgum. So latið okkum hugsa um teir í bønum okkara.