Ein serstakur dagur
Leygardagurin 20. juni var ein heilt sertakur dagur hjá okkum, tí tá vit kundu halda okkara gullbrúdleyp. Liðin vóru 50 ár, síðan sólríka dagin í Hounslow, uttan fyri London, tá vit vórðu vígd hjún at vera í “Maswell Park Evangelical Church”, sum var andaliga heimið hjá Susan gjøgnum barna- og ungdómsár.
Vit fingu eitt rættiligt “surprise” um 9 tíðina á morgni, tá nakrir morguntónar hoyrdust úti í túninum, og tá hurðin varð upplatin, stóðu um 40 fólk uttanfyri. Hetta vóru góðir vinir úr Glostrup og Skovlunde Frikirke, sum saman við familju okkara stóðu í túninum og sungu við harmonikutónum afturvið. Aftaná varð borðreitt við morgundrekka úti í túninum, og varð hetta ein sera óvæntað, men lívgandi byrjan upp á stóra dag okkara.
Seinni á degnum var ein onnur løta hildin saman við familjuni umframt nøkrum samverkafólkum og vinum. Skarin var ikki so stórur vegna tey tilmæli, ið eru galdandi hesa tíð, men vit vóru sera fegin um løtuna, og at tað í heila tikið bar til.
Vit eru takksom fyri fimti rík og spennandi ár, sum farin eru. Takksom fyri okkara synir og familju, sum vit saman við øðrum kundu hava rundan um okkum leygardagin 20. juni. Av sonnum ein stór gleði.
Tær vøkru og fjølbroyttu heilsaninar, sum vit eisini fingu í samband við dagin, gleddu og fløvaðu hjørtu okkara, og vit kunnu bara siga takk!
Og til seinast, men ikki minst, so fer hjartans tøkk okkara til Harran, sum so ríkliga hevur signað og varveitt okkum hesi mongu ár.
– Susan og Øssur