Á grasgrønum eingjum
Lovsangur teirra kristnu hoyrist ikki sum áður í húsi Harrans, nú ið eingi almenn møti og gudstænastur fara fram í hesum døgum. Hetta skyldast sjálvandi tey tilmæli, sum eru komin frá mynduleikunum í samband við Korona smittuna. Tíbetur verða vit tó ikki forða fyri at syngja fyri okkum sjálvi og kunnu gera tað heima við hús, í bilinum, ella tá vit ganga ein túr. Lovsangurin til Harran býr jú í hjørtum okkara fyrst og fremst.
Nógvir frálíkir sangir eru eisini at finna á netinum, sum vit kunnu hava gleði av. Eg kom fram á vakra sangin “Á grasgrønum eingjum” eftir George A. Young í týðing Zach. Zachariassens. Sangurin er innsungin av Ebenezerkórinum og er upptikin tíðliga hesi øld. Skjótt gerst ein tó gerst varur við, at fleiri av sangaranum eru ikki millum okkara longur – teirra millum Ólavur á Váli, sáli, sum syngur tvey vers av sanginum so inniliga og vakurt. Vit vera mint á, at alt broytist so ómetaliga skjótt.
Á hesi upptøku verður sungið um ferð hins kristna gjøgnum hetta lív, har tað tað bæði kann vera viðrák og mótrák. Harrin skal tó leiða okkum trygt gjøgnum alt, ið møtir okkum, inntil vit koma heim.
Mong gjøgnum streymar,
mong gjøgnum flóð,
mong gjøgnum eldin,
men øll gjøgnum blóð.
Gud gjøgnum sorgir ein gleðisong gav
– í náttartíma og hádagin av.
Sera viðkomandi tekstur í hesum koronatíðum. Sangurin er nr. 727 í NSGF, og kann hoyrast her. Øssur