Føroyaferð hjá Logos Hope er útsett
Koronakrímið, sum av álvara hevur gjørt við seg í hesum døgum, hevur merkt, at nógvar ferðir og tiltøk verða avlýst ella útsett, eisini í kristiligum høpi. Logos Hope skuldi koma til Føroya nú í summar, men avgerð er tikin um at útseta hesa ferð.
Hetta boðar OM Føroyar frá á heimasíðu teirra (om.fo), har sagt verður at “tað harmar eisini leiðsluna á skipinum almikið, sum eisini hevði glett seg at koma til Føroya og takka føroyingum fyri tann stóra stuðul, sum skipið hevur fingið úr Føroyum”.
Víðari verður sagt, at fyribils eru vitjanirnar í Írlandi og Føroyum útsettar. Tó siga teir ætlanina framvegis at vera, at skipið skal koma til Føroya, men júst nær er óvist. Tað er tó ikki sannlíkt, at tað verður í 2020.
Korona smittan ávirkar eisini verkið í síni heild: “Virksemið hjá Logos Hope í karibiska havinum er eisini nógv skert orsaka av koronakríminum. Nú er skipið stongt, so vitjandi sleppa ikki longur umborð á skipið. Skipið liggur í løtuni í Kingston í Jamaika. Støða verður nú tikin til, hvat skal henda víðari.”
Føstu og bønardagur
Serstakur føstu- og bønardagur verður eisini fráboðaður í tíðindaskrivinum, har sagt verður, at “OM hevur sett av hósdagin 26. mars sum altjóða føstu- og bønardag fyri koronastøðuni í heiminum. Her í Føroyum fara eisini at skipa fyri onkrum í hesum sambandi. Nærri kunning um hetta kemur seinni.”
Vit skilja væl støðuna og kunnu bara vóna, at henda góða vitjan kann koma í lag einaferð seinni. Føroyingar hava havt eitt serstakt tilknýti til OM gjøgnum árini, og ikki minst skipstænastuna. Og at Logos Hope er gamla Norrøna, hevur ikki gjørt tilknýtið minni.