Vónir um várið

Komið er út á grækarismessu, og tjøldrini koma til Føroya. Um somu tíð er undantaksstøða í Danmark, í Føroyum og fleiri øðrum londum vegna ta Corona-smittu, sum hevur gjørt vart við seg seinastu tíðina. Í skrivandi stund ávirkar hetta samkomur og tiltøk, sum verða avlýst ella útsett. Eitt nú eru møtini í Kristnastovu avlýst, fyribils í tvær vikur. Hetta fyllir nógv í miðlunum júst nú, og vit kunnu bara vóna og biðja eftir, at henda umfarðssótt verður bast skjótt, og at hetta ikki skal fara at hava ov álvarsligar fylgjur.
Í byrjanini av 90unum var eitt heilt annað slag av undantaksstøðu millum føroyingar. Hetta komst av tí fíggjarkreppu, sum hevði tikið seg upp heima, tá nógvir teirra vóru komnir til Danmarkar vegna vána tíðir og arbeiðsloysi í Føroyum.
Hetta framgongur eisini av oddagreinini í blaðnum, Boðberin, sum kom út í 1994, tá várið var á veg. Yvirskriftin í greinini er “So fer at vára” – og tað er skilliga merkt í dupultum týdningi.  Várið var á veg, og vónin var, at betri tíðir skuldu koma.
Og jú – tað fór at vára aftur í Føroyum. Betri tíðir komu, og tað var eitt bønarsvar hjá mongum. Tað kunnu vit so eisini vóna og biðja eftir í samband við ta sótt, sum í løtuni liggur sum ein skuggi yvir okkum.
    –                                                               Ø. 

 

You may also like...