Evangeliskir tónar á skipsdekki
Eg helt hesa myndina vera hugtakandi, tí hon minnir á eina tíð, sum kanska lutvíst er farin í søguna: at møti vóru hildin umborð á føroysku fiskiskipunum. Eg var sjálvur sum unglingi ein ísfiskatúr við línuskipinum, Brestir, har mammubeiggi mín, Júst í Túni, var skipari. Minnist, at møti var í messuni tann eina dagin, har skipið fiskaði nakað – helst hevur hetta verið sunnudag. Minnist, at umframt Júst sjálvan, so talaði Jóhannes Martin Olsen av Strondum, sum var motorpassari, seinni løgtings- og fólkatingsmaður. Vinmaður mín, Johan Christiansen úr Havn, bar vist eisini ein vitnisburð fram.
Einar Vang úr Kaldbak hitti eg stundum í gongini á veg til ella frá møti í Ebenezer. Meir enn einaferð segði hann við meg: “Eg sigldi við abba tínum”, og so legði hann aftrat: “Hann hevði møti umborð”. Tað hevði ikki minst týdning fyri hann, hevði eg varhugan av. Abbi mín, Andreas Hansen úr Túni á Toftum, átti sluppina, Mjóvanes, har hann eisini var skipari.
Og at møtini umborð á skipunum bóru ávøkst er einki at ivast í. Tí ikki so sjáldan hoyrdu vit vitnisburðir frá monnum, sum søgdu frá, at teir vóru komnir til trúgv umborð á skipum.
Myndin her er tó tikin við bryggju í Hvannasundi, har suðuroyingar vitjaðu nakað síðani. Sangurin tykist at ljóða við megi, meðan leikt verður á harmonikuna og gittara. Tað var Sølvi Andreasen úr Vági, sum vísti mær hesa myndina, ið eg bað hann senda mær.
Fiskiskipini eru munandi betri í dag, alt gongur skjótari fyri seg, og túrarnir styttri enn áður. Men boðskapurin um Jesus er hin sami, og vónandi hoyrist hann framvegis – bæði á landi og sjógvi. Ø.